Jólini á eldraheimunum verða hildin á ymiskan hátt. Fleiri hugnakvøld hava verið upp undir jól við sangi, upplestri og øðrum at fjálga við.
Jólaaftan vóru avvarðandi at teimum, sum búgva á Boðanesheiminum í Havn boðin til eina hugnaløtu, ið byrjaði klokkan 13.30 við guðstænastu í rúmligu savningarhøllini. Tað var Jógvan Fríðriksson, bispur, sum hevði guðstænastuna, meðan Jóannes Andreasen spældi upp á urguna.
Jóngerð Guttesen, leiðari á heiminum, beyð vælkomin og bjóðaði eisini til ein drekkamunn eftir at dansað varð um jólatræið.
Bispur fegnaðist um teir góðu karmar, sum starvs- og búfólkini høvdu fingið við hesum stásiliga heiminum - og at hetta eisini var ein partur av jólaboðskapinum at fjálga um tey gomlu. At tey gomlu høvdu tað gott og avvarðandi av somu grund eisini.
Beint áðrenn guðstænastan byrjaði, stakk borgarstjórin, Heðin Mortensen, inn á gólvið og heilsaði øllum gleðilig jól. Hann hevði skund, tí hann ætlaði at náa so nógv eldraheim, sum gjørligt henda dagin.
Ein hugnalig og fjálg løta, sum kendist deiliga jólalig, har orðini í jólaevangelinum: »Ffriður á jørðini, í menniskjum góður tokki" kendust nærverandi.
Orð og myndir: Dávur Winther