Stórur hondbóltsdagur er her á landi í dag, tá fyrstu finalurnar í Atlantic Airways kappingini og í Sunset kappingini vera á skránni.
Stjørnan, sum vann endaspælið hjá kvinnum, hevur valt at leika fyrstu finaluna í Sunset kappingini á útivølli ímóti VB. Tann dysturin verður á skránni kl. 15 í dag í høllini í Vági. Seinni dysturin verður næsta leygardag í Klaksvík.
VÍF, sum vann endaspælið hjá monnum, valdi eisini at byrja á útivølli. Har skulu teir á vitjan hjá Kyndli í høllini á Hálsi, og dysturin byrjar kl. 16. Seinni finaludysturin verður næsta leygardag í Vestmanna.