Fyrstu húsini fáa nú nógv skjótari internet

Býlingar í Havn, á Argjum og í Hoyvík verða teir fyrstu, sum fáa fipurkápul og internet, sum er nógv skjótari enn tey hava nú

Nú fáa tey fyrstu húsini í landinum fipurkaðal, sum ger, at tey kunnu fáa nógv skjótari internet enn tey hava nú.

 

Netfelagið í Føroyum, NET, sum rekur undirstøðukervið, sigur, at í fyrstu atløgu verða tað nakrir býarpørtar í Havn og á Argjum, sum fáa fipurkáðal. Og NET sigur í tíðindskrivi, at hetta fer at kollvelta samskiftistøknina, tí nú kunnu tey bæði telefeløgini, Føroya Tele og Hey, bjóða fólki internet, sum er nógvar ferðir skjótari enn tað er  í dag. Og um nøkur ár er tað lagt í øll húsini. 

 

Tey fyrstu húsini, sum fáa fipursamband, eru nakrir býarpartar í Havn. Frá 26. november fara Hey og Føroya Tele at bjóða fipursamband í býarpørtunum Tórsbyrgi og Heimasta Horn í Havn, við Myllutjørn í Hoyvík og við Klingrutjørn og undir Kongavarða á Argjum.

 

Seinni í ár er so ætlanin at knýta bygdirnar Norðradal, Kolbeinagjógv og Morskranes, umframt býarpartin Stoffalág í Havn, upp í nýggja fipurnetið. Fyrireikingarnar til hesi støðini eru longu byrjaðar, og NE sigur, at hvat Kolbeinabjógv og Morskranes viðvíkur, er ein serlig loysn funnin.

 

Herfyri varð avtala nevniliga gjørd við SEV um, at NET kann leiga SEV pelarnar ímillum Strendur og bygdirnar hinumegin Raktanga. Tískil eru fipurkaðalarnar, sum vanliga verða grivnir undir jørð, lagdir upp í pelarnar til smábygdirnar Kolbeinagjógv og Morskranes.

 

Tá ið húsini hava fingið fipurkaðal, kunnu tey fáa internet sum er heilt upp í 1000 Mbit, ella eitt Gbit. Tøknin kann tó veita ferðir heilt upp til 10 Gbit.

 

Tað er upp til telefeløgini bæði, Hey og Føroya Tele, sum hvør sær taka støðu til, hvørjar ferðir tey fara at bjóða viðskiftafólkunum, sigur NET.