Fyrstu gullmerkini gjøgnum nýggju høvuðsdyrnar

Hugflognum bilti einki, tá ið klaksvíkingar leygarkvøldið royndu nýtt ritual at halda seg til, tá ið teir koma aftur av sigursferðum í ítrótti

SØGULIGUR SIGUR

Á hesum síðum varð tað, sum tað so mangan hevur verið gjørt áður, staðfest undan Norðoyastevnuni, at 10-mannafarið í Klaksvík hevur ikki vunnið, síðani teir í 1970 vunnu tríggjar róðrar.
Leygardagin varð langa oyðimarkargongdin hjá 10-mannafarinum í Klaksvík av. Tað plagar at verða tikið til í Klaksvík, at tá ið tað ikki gongur so væl hjá KÍ, so gongur tað betri í øðrum ítróttargreinum, sum teir har norðuri luttaka í. Hetta kundi í hvussu so er sigast um síðsta vikuskifti. Klaksvíkingur fekk sjey stig í einum FM kappróðri. Tað hevur hann ongantíð fingið áður, tí tað var ikki fyrrenn í 1973, at stigaskipanin, sum hevur verið galdandi síðani, varð roynd fyri fyrstu ferð.
Sigurin hjá Klaksvíkingi í Kollafirði var fyrsti stóri ítróttarsigurin hjá klaksvíkingum, síðani fasta sambandið undir Leirvíksfjørði gjørdist veruleiki. Tað hava verið fastar traditiónir, hvussu ítróttarfólk hava verið móttikin, tá ið tey eru komin aftur til Klaksvíkar. Ternan og Dúgvan plagdu at toga í floytuna fyri at boða frá, at nú vóru sigursharrarnir á veg inn á Vánna, og so hevur verið svarað aftur á landi við fýrverkarí og við at nógv hava møtt upp á ferjuleguni á Stongum.
Nú er hetta søga, og tað sást aftur leygarkvøldið. Trailararnir við kappróðrarbátunum komu undan á Borðoyavík um átta tíðina. Spurningurin var so, hvussu tað skuldi markerast, at fyrsti sigurin í kappingini millum 10-mannaførini í 36 ár var vorðin veruleiki.
Svein Rógvi Nielsen, bátsformaður á Klaksvíkingi, greiðir soleiðis frá:
- Vit koyrdu runt í býnum og boðaðu við floytuni frá, at nú vóru vit afturkomnir. Báturin varð tikin úr bilinum norðanfyri skýlið við fótbóltsvøllin, og so varð hann trillaður á vágni oman í neystið. Tá var nakað av fólki komið saman, og so varð fýrverkarí skotið frá neystinum av.
At hetta tóktist rigga væl ber ivaleyst við sær, at soleiðis fer at verða borið at, tá ið vinnarar fara at koma til Klaksvíkar gjøgnum nýggju høvuðsdyrnar til Klaksvíkar, ið eru har, sum bakdyrnar vóru inntil fyri knøppum tveimum mánaðum síðani.
Um tað yvirhøvur verður høvi til nakra stórfingna móttøku afturat í ár fæst fyrsta staðfestingin av leygardagin, tá ið triði FM kappróðurin verður á Skálafjørðinum.