Fyrstu grundstykkini í Miðvági liðug

Átta av 50 grundstykkjum eru nú klár og handað kommununi

Tey fyrstu átta grundstykkini eystan fyri Skaldaveg í Miðvági eru nú liðug.

Grundstykkini eru partur av størri útstykkingarætlan í Miðvági, har 50 nýggj grundstykki skulu gerast.

Arbeiðið fór í gongd 25. mei í ár, tá borgarstjórin í Vága kommunu, Eyðdis Hartmann Niclasen, setti spakan í og gróv fyrsta flagið av.

– Arbeiðið hevur gingið væl og í gjár var ástaðarfundur og økið varð handað kommununi, sigur Vága kommuna og leggur aftrat, at tað nýggja við hesi útstykking er, at vegurin, kantsteinar og lyktapelar eru gjørd liðug. Nógv orka er somuleiðs løgd í, at kloakk og spillvatns leiðingar eru gjørdar, at klárt er at fara undir at gera fleiri grundstykkir.

Tað er siðvenja, at vegirnir norðuri á Heiðum hava nøvn eftir skøldum ættað úr Miðvági. Hendan nýggja gøtan fær navnið Gudmundargøta eftir skaldið og próst Gudmund Bruun, føddur í Jansagerði í Miðvági 18. august 1891.