Fyri fyrstu ferð í 25 ár hava fólk keypt grundstykki frá kommununi í Hovi Delmar Tausen, bygdaráðsformaður í Hovi, dugir ikki at siga, um tað eru tann nýggi tunnilin millum Hov og Øravík og tann komandi miðnámsskúlin í bygdini, sum hava fingið fólk at ogna sær grundstykki í bygdini.
-Onki kommunalt grundstykki er selt í Hovi tey seinastu 25 árini, men nú eru so tvey seld, sigur hann við Suðuroyarportalin.
Tann 1. oktobur búðu 120 fólk í Hovi, men tá fólkatalið var upp á tað mesta undan kreppuni í 90´unum, var tað 168.
Hovs kommuna hevur trý grundstykki eftir til sølu.