Fyrstu granskingarpengarnir hendavegin

Fyri fyrstu ferð er tað eydnast einum føroyskt skrásettum felagi at luttaka í 7. rammuskránni hjá ES sambært granskingarsáttmálanum, sum varð undirskrivaður í Brússel. Tað er føroyska felagið Bitland, sum er ein av høvuðsleikarunum í EcoFishMan verkætlanini.

- Vit hava arbeitt miðvíst við ES verkætlanum síðan 2005. Hetta er triðja verkætlanin, sum vit luttaka í innan rammuskránna hjá ES. Men hetta er fyrstu ferð, at vit luttaka sum føroyskt felag, sigur Ólavur Gregersen, stjóri í Bitlandi.

Endamálið við EcoFishMan verkætlanini er at menna eina nýggja fiskiveiðuumsitingarskipan, eina sonevnda Responsive Fisheries Management System. ES hevur umbiðið hetta arbeið umvegis 7. rammuskránna sum liður í endurskoðanini av verandi fiskiveiðupolitikki.

Tað var Bitland sum í 2007 tók stig til at savna verkætlanarbólkin, sum millum annað telur granskingar- og menningarstovnar í Íslandi, Noregi, Danmark, Italia, Portugal, Spania og Onglandi. Kostnaðurin av verkætlanini er knapt 28 milliónir krónur, her av rindar ES 75 prosent. Føroyski parturin av verkætlanini er knapt 2 milliónir krónur.