Fyrstu føroyingar royna seg í strondrógving

Leygardagin skulu teir rógva kapp 6000 metrar

Tveir rógvarar úr Miðvágs Róðrarfelag til Danmarkar at royna seg í strondrógving. Talan er um kappingina, Danish Open Coastal Rowing, skrivar Miðvágs Róðrarfelag.

 

Felagið sigur, at hetta er helst fyrstu ferð at føroyingar royna seg i slikari kapping.

Teir, sum eru farnir at vera við í kappingini, eru Brandur Sjúrðarson og Bergur Robert Dam Joensen, sum fara til Danmarkar at royna seg í kappingini.

 

Hesar síðstu vikurnar hava teir vant í serliga strondbátinum, Livar, og seinnapartin leygardagin skulu teir kappast á 6000 metra teini í Skovshoved í Danmark.

 

Á myndini, sum er av heimasíðuni hjá Miðvága Róðrarfelag, er tað Bergur Robert Dam Jensen, vinstrumegin. Hann er úr Kollafirði men rør fyri Miðvágs Róðrarfelag. Høgrumegin er tað miðvingurin, Brandur Sjúrðason.