Fyrstu finalistarnir klárir

Jústines í Túni, vinstrumegin á myndini, og Sakaris Joensen eru teir fyrstu finalistarnir í singer/songwriter kappingini á Kafe Kaspar.

Fyrsta umfarið var í gjárkvøldið og tað vóru teir báðir, sum skoraðu flestu stigini hjá dómarunum.

Dómararnir mettu, at framførslan hjá teimum varð tann mest sannførandi og gjøgnumførda av øllum luttakarunum. Teir tríggir dómararnir (Sunneva H. Eysturstein, Heri Reynheim og Petur Pólson) høvdu nógv rós at bera teimum báðum ið fóru uppaftur á pallin og sungu og spældu eina góða løtu við egnum løgum og løgum hjá øðrum. Teir skulu so verða við aftur 8. mai, tá finalan verður.