Fyrstu ferð útlendsk luttøka á Torradøgunum

Alla vikuna eru Torradagarnir á skrá í Klaksvík - 15. til 20. februar 2016


Tónleikur, listaframsýningar, myndaframsýning við gomlum myndum, matiné, Klaksvíksstríðið, hummarasøla, opið skip, Torra-kafé, siðsøgulig gonguferð, heilsurenning og heilsu-kafé, framløgur, hugleiðing og veðurlagsráðstevna eru nakrar av yvirskriftunum, ið standa í drúgvu og áhugaverdu skránni.

 

Hetta er 10. ferðin, at Torradagar verða hildnir í Klaksvík, sum stillisliga hava ment seg ár undan ári til eitt afturvendandi tiltak, ið fólk hava tikið til sín, og verða tey ymsu tiltøkini væl vitjað.

 

Uttan at taka nakað framum eitt annað, so verður ein verðurlagsráðstevna við kenda og virda veðurmanninum hjá DR, Jesper Theilgaard. So við honum er hetta á fyrsta sinni, at ein fyrilestrarhaldari kemur uttaneftir at vera partur av Torradøgunum.

 

Jesper Theilgaard, sum eisini er kendur í altjóða høpi frá veðurlagsráðstevnum, fer leygardagin í Miðhøllini á Skúlatrøð at gera sínar metingar um, hvussu hugsast kann, at veðrið fer at hátta sær um 20 - 30 ár. Verður meira vindur, meira regn, vatnstøðan hægri, kaldari, heitari o.a.? Hann sigur, at veðurlagið er broytt – ikki bara her, men um allan heimin.

 

Eisini Bogi Hansen, havfrøðingur, heldur ein stuttan fyrilestur: “Streymurin kring Føroyar og veðurlagið ta komandi øldina”.

 

Terji Nielsen, verkætlanarleiðari frá SEV, sum eru “brúkarar av veðrinum”, fer eisini at greiða frá teirra útbyggingarætlanum av grønari orku. Her kann framtíðar veðrið eisini hava sín týdning.

 

Tað er kendi veðurmaðurin á DR, Jesper Theilgaard, sum eisini er kendur í altjóða høpi frá veðurlagsráðstevnum, ið fer at gera sínar metingar um, hvussu hugsast kann, at veðrið fer at hátta sær um 20 - 30 ár. Verður meira vindur, meira regn, vatnstøðan hægri, kaldari, heitari o.a.? – Hesin fyrilesturin, verður í Miðhøllin á Skúlatrøð (fyrr kallað Ósáskúlin) leygardagin 20. februar.Bogi Hansen, havfrøðingur, heldur ein stuttan fyrilestur: “Streymurin kring Føroyar og veðurlagið ta komandi øldina”.

 

Fyrilestrarnir hjá Jesper Theilgaard og Boga Hansen hava eisini vakt ans hjá m.ø. SEV, sum er “brúkari av veðrinum”. Teir hava lagt seg eftir at framleiða meira grøna orku, og komu teir í fjør heilt upp á 60 % framleiðslu av grønari orku - samstundis sum elframleiðslan var tann mesta nakrantíð. 

 

Framleiðslan úr olju minkaði góð 16 % annað árið á rað. Umboð vegna SEV fer tí eisini at hava eitt lítið íkast um teirra grønu orkuframleiðslu og hava viðmerkingar og fyrispurningar í mun til tær metingar, Jesper Theilgaard kemur við. 

 

Tú, sum veður-áhugaður – hvør er ikki tað í Føroyum – sleppur eisini at seta veðurmanninum frá á DR, Jesper Theilgaard, Boga Hansen og SEV spurningar og viðmerkingar. Jú, vit kunnu biðja góðar Torradagar!