Fyrstu ferð í 48 ár at Eysturríki vinnur

Tað er fyrstu ferð síðani 1966, at Eysturríki vinnur evropiska Melodi Grand Prix. Kappingin í B & W-høllunum í Keypmannahavn var tann 59. kappingin

Tað er fyrstu ferð síðani 1966, at Eysturríki vinnur evropiska Melodi Grand Prix. Kappingin í B & W-høllunum í Keypmannahavn var tann 59. kappingin.

 

Drag queen'in Conchita Wurst, hvørs borgarliga navn er Thomas Neuwirth tryggjað sær flestar atkvøður bæði hjá hyggjarum og dómarunum í teimum 37 londunum, sum vóru við til ársins kapping.

 

Lagið »Rise Like A Phoenix« fekk 290 stig. Í hølunum komu serliga Holland og Svøríki, sum eisini fingu nógvar 12'arar. Holland fekk 238 stig og Svøríki 218

 

Vinnarin Conchita Wurst var fyrstu ferð at síggja á palli í 2011 í sendingini »Die Grosse Chance«, og í 2012 varð Conchita Wurst nummar tvey í lokalu eysturríksku Grand Prix kappingini.

 

Skeggdaman, sum danir hava rópt hana, hevur gjørt nógv burturúr, at hann fegin vil hava fólk at skilja, at tey skulu sleppa at verða tann, tey vilja vera – og hareftir liva dreymin.

 

Danska umboðið var Basim. Hann gjørdist nummar nýggju við sanginum »Cliché Love Song«.

 

Seinast Eysturríki vann var í 1966. Tá var tað Udo Jürgens sum vann við lagnum »Merci Chérie«. Tað er einastu ferð, Eysturríki hevur vunnið – til í kvøld. Harvið skal Eysturríki verð vertur fyri Melodi Grand Prix 2014.