Hóast tað kunnu ganga ár ímillum, at Løgtingið leggur út í eitt verkfall, so er tað tó tíggjundu verð síðani heimastýrislógina í 1948, nú hetta hendi í gjár.
Tað hendi hjá fyrsta landsstýrinum sum sat frá 1948 til 1950 og tað hendi hjá øðrum landsstýrinum, sum sat frá 1950 til 1954.
Í 1960 legði Løgtingið upp í sáttmálasamráðingarnar hjá arbeiðarafeløgunum, og tað var aftur gjørt í 1985 og í 1987.
Tað hendi við sáttmálanum hjá fysioterapeutum, ergoterapeutum og laborantum í 1989.
Tað hendi í stríðnum millum reiðarar og Skipara- og Navigatørfelagið og Maskinmeistarafelagið í 1993, tað hendi í sambandi við sáttmálan hjá maskinmeistarum í sambandi við Brimil í 2001 og aftur við maskinmeistarar hjá SEV í 2005. Tá sløktu maskinmeistararnir hjá SEV streymin í pørtum av landinum upp á skift í nakrar dagar – til Løgtingið legði uppí og endaði verkfallið.
Í 2021 var uppskot lagt fyri tingið um at leggja upp í verkfallið hjá Pedagogfelagnum. Har kom tó ein loysn, áðrenn málið varð samtykt.
Og hyggja vit eftir, hvørjir flokkar hava verið við í samgongum, sum hava gjørt hesi inntriv, so hava allir verið næstan "líka ringir".
- Í tí fyrsta landsstýrinum sótu Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin og Sjálvstýri.
- Í øðrum landsstýrinum frá 1950 til 1954 sótu Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin.
- Í 1960 sótu Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin.
- Í 1985 og í 1987 sótu Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi, Sjálvstýrisflokkurin og Kristiligi Fólkaflokkurin.
- Í 1989 sótu Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin.
- Í 1993 sótu Javnaðarflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin.
- Í 2001 sótu Tjóðveldisflokkurin, Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin.
- Í 2005 sótu Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin
- Í 2021 sótu Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin.
- Í 2023 sita Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn.