Uppgerðirnar millum Liverpool og Manchester United hava verið óteljandi nógvar í Premier League, í gomlu 1. division, í FA Cup kappingini, og í Liga Cup kappingini, men í kvøld verður fyrstu ferð, at liðini møtast í einari evropeiskari kapping, tá dysturin á Anfield leikvøllinum í Liverpool verður bríkslaður í gongd klokkan 20.05 í kvøld.
Liðini spæla áttandapartsfinalur heima og úti í Europa League kappingini. Seinni dysturin verður á Old Trafford 17. mars.
Manchester United hevur vunnið tær seinastu fýra uppgerðirnar í Premier League ímóti Liverpool, men tað nervar ikki høvuðsvenjaran hjá Liverpool, Jürgen Klopp. sum á tíðindafundi á Anfield ígjár staðfesti, at tað hevur als ongan týdning.
Jürgen Klopp gleðir seg nógv til báðar uppgerðirnar ímóti Manchester United: - Dystir, sum hesir eru størri enn aðrir dystir í fótbóltsheiminum. Hetta eru dystir, sum tú droymir um, sum barn at sleppa at uppliva.
Høvuðsvenjarin hjá Manchester United, Louis van Gaal, sum hevur fýra sigrar í fýra dystum ímóti Liverpool vónar at fáa sigur nummar fimm og nummar seks ímóti Liverpool í hús komandi dagarnar. Men Louis van Gaal staðfesti á tíðindafundi á Old Trafford ígjár, at tað er ein torfør uppgáva, sum bíðar Manchester United í áttandapartsfinalunum í Europa League.