Fyrstu ferð síðan kríggið

Tað er sjáldsamt at grind verður hildin til nýggjársdag

Suðuroyingar fingu eina góða byrjan upp á tað nýggja árið, tá ein grind í dag legði beinini í Trongisvági. Tilsamans 70 hval løgdu beinini í Trongisvágsfirði í dag.


Tó at tað ikki hevur verið serliga vanligt síðstu árini, so er tað ikki nakað nýtt, at grind verður hildin til í januar. Á heimasíðuni heimabeiti.fo, ið hevur ymisk hagtøl yvir grindadráp, ber til at lesa, at 44 grindir hava lagt beinini í januar mánað og er tað 2,2 prosent av samlaða talinum av grindum.


Tað er heldur ikki nýtt, at ein grind verður hildin til nýggjársdag, men man skal kortini rættiliga nógv ár aftur í tíðina til tá tað seinast hendi. Tað var nýggjársdag 1943, tá 121 grindahvalir blivu dripnir í Tórshavn, sambært hagtølunum á heimabeiti.fo.


Fyri suðuroyingar er tað eisini kærkomið, at ein grind legði beinini í dag, tí í fjør varð eingin grind hildin til á oynni. Seinast ein grind bleiv hildin til á oynni var 25. september 2017, tá 9 grindahvalir vórðu dripnir í Hvalba. Grindin í dag er eisini fyrsta grindin, ið er dripin í Trongisvági síðan 16. mai 2012, tá 62 hvalir løgdu beinini í Trongisvágsfirði.