Fyrstu ferð einaráðandi

Hann gjørdi debut sum 17 ára gamal á miðjuni hjá HB. Sum venjari hevur hann millum annað verið við at vinna fyrsta steypið til EB/Streym, og í fjør skuldi hann hjálpa at fáa skil á barndómsfelagið, men 2009 er fyrsta árið, at Sámal Erik Hentze stendur á odda fyri liði í bestu deildini

Sámal Erik Hentze, ið eisini verður kallaður Bagge, er í dag 36 ára gamal, men tað eru longu átta ár síðan, at hann vegna skaðar endaliga gavst at spæla bólt. Síðan tá hevur hann fingið venjaraløn frá fýra feløgum, so tað kann staðfestast, at Sámal Erik Hentze ikki er í sama stað ov leingi.

- Tú skalt ikki vera verandi hjá einum liðið, um tú ikki følir, at tú ikki kanst geva teimum meira. Minsta krav til ein venjara má vera, at hann hevur eina ætlan og er líka svangur at vinna, sum spælararnir eru, staðfestir Sámal Erik Hentze.


Ongin munur

Hóast Sámal Erik Hentze ongantíð hevur staðið á odda fyri nøkrum liðið í bestu deildini fyrr, so heldur hann ikki stóran mun vera á nýggju uppgávuni í mun til at hjálpa einum øðrum.

- Tað er júst tann sama uppgávan, einasti munurin er, at tað er títt høvd, sum ríkur, um okkurt gongur galið, sigur Sámal Erik Hentze.

Tíggju dystir vóru eftir, tá fór núverandi venjarin at hjálpa Rúna Nolsøe, fyrrverandi venjara, at halda skil á HB-leikarunum í fjør, og tá stabiliseraði liðið seg eitt sindur, so er spurningurin, hvønn leiklut Sámal Erik Hentze hevði í hesum.

- Eg kom við einari ætlan, soleiðis sum eg plagi at gera. Og tá tú hevur eina ætlan, so vita spælararnir, hvat teir skulu gera, og tað vísti seg at hjálpa, greiðir Bagge frá.


Ætlanin skal bera

Við hesi ætlan, ætlar Sámal Erik Hentze at náa oddinum í Vodafone deildini.

- Vit skulu fyrst arbeiða hart, og so fara vit at spæla álopsfótbólt, sum eg sum venjari, leikararnir og áskoðararnir dáma væl, tí skorar tú trý mál, so er líkamikið, um hinir fáa tvey, staðfestir hann, Hann leggur afturat, at tað er týdningarmikið at spæla glaðan fótbólt, tí soleiðis fær mann áskoðararnar við sær, og tað kann geva einum sterkum liðið – sum HB – møguleikan at røkka toppinum.

Tað er hetta konsept við einari sterkari ætlan, sum Sámal Erik Hentze ætlar sær at nýta, fyri at sleppa við til næstu ársveitsluna hjá HB, sum hann sjálvur málber seg.


Heitur sessur

Tað er ongin loyna, at venjarar í Havnar Bóltfelagi á mangan hátt eru líka ódrúgvir, sum í kongafelagnum í Spania, men hetta nervar ikki Sámal Erik Hentze.

- Tað er greitt, at skalt tú klára teg í HB, so eru úrslit eitt krav, men ein og hvør venjari má eisini duga at síggja, nær tað er klárt at pakka saman. Tað gekk fínt hjá okkum í EB-Streymi, men mann blívur troyttur av hvørjum øðrum, og ein venjari má duga at skilja, tá leikararnir hava tørv á onkrum øðrum, staðfestir oddamaðurin hjá Havnar Bóltfelagi, sum ongantíð hevur vant sama felag í meira enn tvey ár.


Merkið er líkamikið

Eftir at hava verið í fleiri ymiskum feløgum, er Sámal Erik Hentze aftur í barndómsfelagnum – sum gav honum møguleikan at spæla ímóti B71 í seinasta umfarið í 1989 – men hetta fer ikki at merkja hansara tilgongd til venjarastarvið.

- Um tú spyrt meg, hvat eg eri, so eri eg HB-ari við stórum h, men tá eg arbeiði sum venjari, kann tað gera tað sama, um tað stendur AB ella EB-Streymur á jakkanum, staðfestir Sámal Erik Hentze, sum hevur góðar vónir fyri 2009.