Fyrstu ferð Allan ikki heldur við Danmark

Venjarin hjá føroyska liðnum setir úrslitið hægst í kvøld, men hann heldur samstundis, at mótstøðuliðið í kvøld ikki er so ólíkt Slovenia, sum kemur til Føroya um góðar tvær vikur

Hann heldur, at tað er eitt sindur undarligt, men sum professionellur fótbóltsmaður er tað eingin trupulleiki hjá honum. 3. juli í 1972 var Allan Simonsen fyrstu ferð á danska landsliðnum. Tað var í Reykjavík, har Danmark vann 5?2, og Allan Simonsen skoraði tvey av málunum.

Merkisvert ta ferðina var, at Morten Olsen stutt frammanundan so at siga hevði diskvalifiserað seg sum landsliðsspælara. Tá í tíðini góðkendu danir ikki yrkisspælarar. Morten Olsen var á landsliðnum, sum 29. juni í 1972 vann 2?0 í Svøríki, men hann var ikki við í Íslandi og í olympisku kappingini í Vesturtýskalandi, tí hann hevði skrivað undir sáttmála við útlendskt felag. Í 1974 góðtóku danir, at yrkisspælarar komu á landsliðið, og eftir hetta rakk Morten Olsen 102 landsdystir í alt ? nógvar av teimum saman við júst Allani Simonsen.

Allan hevur 56 ferðir umboðað føðilandið. Í kvøld verður tað fyrsta ferðin, at Allan Simonsen fer at stríðast ímóti føðilandinum, og Morten Olsen og Michael Laurdup, sum hann var á landsliðnum saman við nakrar ferðir.

? Tað er eingin trupulleiki. Tað snýr seg um at fyrireika seg til tað, sum fer fram á vøllinum. Har verður tað trupult hjá okkum, men vit fara at gera alt tað, sum tað ber okkum til. Áskoðaraplássini vera á tremur, og eg haldi, at áskoðararnir hava uppiborið allan tann stuðul, sum teir kunnu fáa. Hvussu tað fer at laga seg veldst um so nógv, m. a. um hvussu byrjanin lagar seg.

Hvat hevur størst týdning fyri teg í kvøld?

? Vanliga verða vinardystir brúktir til at fyrireika seg til undankappingardystir, og so plagar úrslitið at koma í aðru røð. Ímóti Danmark er tað øðrvísi. Vit vita øll, at tað er nakað heilt serligt, at Føroyar og Danmark spæla landsdyst, og eingin ivi skal vera um, at tað snýr seg um at fáa eitt so gott úrslit, sum tað á nakran hátt ber til. Vit senda tað liðið á vøllin, sum vit halda er tað besta. Vit rokna ikki við at brúka fleiri skiftisspælarar, enn altjóða reglarnir áseta. Talan er um NM kappingardyst. Tað er stutt tíð til fyrsta undankappingardystin, og tað er týdningarmikið, at umstøðurnar hesa ferð líkjast nógv teimum næstu ferð. Men um Morten Olsen ynskir at brúka fleiri enn tríggjar skiftisspælarar, so kunnu vit tosa um tað.


Liðavrikið er styrkin

Vil tað siga, at Slovenia dysturin ikki er so frammarlaga í huganum, tá tú gongur so høgt uppí at fáa eitt gott úrslit ímóti Danmark?

? Als ikki. Eg sá allar dystirnar hjá Slovenia í EM kappingini. Teir eru ikki so lítið átøkir danska liðnum. Munurin er kanska tann, at teir hava onkrar indiviualistar, sum kunnu útrætta meiri einsamallir, enn teir á danska liðnum kunnu. Styrkin hjá danska liðnum er avgjørt liðavrikið.

Hetta er øðrvísi, enn tá tú spældi á landsliðnum?

? Tá vóru fleiri danskir spælarar í størstu feløgunum í Europa, har teir vóru lyklaspælarar og kundu útrætta nógv einsamallir. Nú er tað øðrvísi. Hví tað er øðrvísi, kundu vit tosa leingi um, men nú eru donsku útisetarnir meiri liðspælarar í feløgum, sum ikki eru millum tey fremstu, og tað ávirkar sjálvandi, hvussu landsliðið spælir.


Fleiri eru á veg

Landsliðsvenjarin staðfestir, at hesa ferð eru fleiri útisetar á føroyska liðnum, enn at tað eru úr heimligu kappingini. Hann vil ikki siga nakað um, hvørjir fara at byrja á vøllinum, men hann ásannar, at tað er sannlíkt, at útisetarnir vera fleiri enn heimligu spælararnir:

? Vit hava spælarar í Danmark, Noregi og Íslandi, og teir eru profilar á landsliðnum. Danir hava eisini heilt nógvar útisetar á teirra liði, og hesir eru profilar. Soleiðis er gongdin.

Tað tykist vera torført hjá heimligu spælarunum at koma á liðið?

? Eg var í Gundadali sunnudagin og sá NSÍ vinna 5?2 á HB. Tað sigur seg sjálvt, at spælarar, sum útmerka seg, koma nærri landsliðnum. Tað skulu fleiri støðug og góð avrik til, men tað sigur seg sjálvt, at eitt nú Christian Høgni Jacobsen er ikki langt frá landsliðnum. Hetta er kortini einki nýtt. Eg hevði lagt merki til hansara, áðrenn hann breyt beinið, og tað er gleðiligt, at hann aftur tykist vera førur fyri at brúka góðu evnini.