Fyrstu familjurnar koma í næstu viku

Barnaheimið, sum fekk nýggjan leiðara 1. juli í ár, fer í næstu viku av álvara undir virksemi sítt. Tá koma fyrstu familjurnar inn á heimið

Í gjár skipaði Barnaheimið fyri kunnandi fundi á Hotel Hafni í sambandi við, at heimið veruliga byrjar virksemi sítt í næstu viku.
Finnur Helmsdal, leiðari á Barnaheiminum, greiddi frá endamálinum og virkseminum hjá heiminum.
Barnaheimið hevur nógv ár á baki. Tað var Nikolina Højgaard Simonsen, sum av fyrstan tíð setti heimið á stovn. Tað var í 1926, at hon tók tvey børn til sín í Rituvík, og smá 30 ár seinni vórðu hús bygd á trøðni hjá Emil Rein við Varðagøtu. Nøkur ár seinni var Nýggjastova bygdd uppí, sum í dag virkar sum ungdómsdeildin.
Barnaheimið er ein sjálvsognarstovnur. Í stýrinum fyri heimi sita níggju limir, har Fríða Patursson er formaður, og tað hevur hon eisini verið seinastu nógvu árini.
Sjálvt heimið hevur tríggjar deildir. Ungdómsdeildin, sum er fyri børn frá 10 til 18 ár, og har er pláss fyri seks børnum. Á familjudeildini verða tvær familjur tiknar inn í næstu viku.
? Pláss skal vera fyri fýra ella fimm familjum, men í fyrsta umfari taka vit tvær familjur inn, sigur Finnur Helmsdal.
? Ikki fyrr enn allar umbyggingarnar eru lidnar verða fleiri familjur tiknar inn.
Síðani er eisini ein deild til serlig átøk, og ætlanin er eisini at hava eina akutta móttøkudeild undir ungdómsdeildini.
? Tørvur er altíð á, at børn kunnu koma inn á heimið í tvær vikur ella líknandi inntil greiða er fingin á ymsum, og tí er gott at hava eina akutta móttøkudeild, greiðir barnaheimsleiðarin frá.
? Harumframt fara vit eisini at hava eina smábarnadeild undir familjudeildini. Vit meta, at tað hóskar seg betri, at hava hesa deildina undir familjudeildini, av tí, at tað ber ikki so væl til at hava smábørn saman við børnum, sum eru 15-18 ár.

Kunningarferð
Á ungdómsdeilidini starvast átta fólk og á familjudeildini eru tey níggju í tali. Harafturat eru fýra til fimm fólk knýtt at deildini til serlig átøk, umframt vaskifólk, húsavørðar og skrivstovufólk.
? Fyrst í hesum árinum avgjørdi táverandi landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, Sámal Petur í Grund, at full segl skulu aftur setast á Barnaheimið. Í februar varð ein arbeiðsbólkur settur at gera eitt tilmæli, og er tað út frá hesum tilmælið vit arbeiða í dag.
Síðani var farið undir at lýsa eftir fólki. Og fyri stuttum vóru leiðari, deildarleiðari og ein sálarfrøðingur á kunningarferð í Danmark. Finnur Helmsdal greiðir soleiðis frá um kunningarferðina:
? Vit vitjaðu fýra stovnar, og henda ferðin var ógvuliga lærurík og gevandi. Tað er spell, at vit ikki fóru á hesa ferðina áðrenn tilmælið varð skrivað, men tað gerst ikki við nú. Vit fingu nógv góð ráð frá teimum ymsu stovnunum. Millum annað ráddu allir stovnarnir okkum til at gera eina virkisætlan til starvsfólk okkara.
? Við at hava eina virkisætlan veit starvsfólkið, hvat tað er tey eiga at halda seg til, og hvat teirra arbeiðsøki er, og á henda hátt kunnu avtalur ikki verða brotnar. Men treyðugt so. Tað ber væl til at endurskoða virkisætlanirnar um nakrar mánaðar fyri síðani at gera broytingar.

Onki dult
Familjudeildin er ætlað pørum við børnum, einligum við børnum og kvinnum, ið eru við barn.
Endamálið er at hjálpa familjunum við at mennast sum ein familja, og stuðla teimum. Harafturat at styrkja og stuðla foreldrini í teirra leikluti.
? Tá ein barnavernd hevur funnið útav, at ein familja átti at verið innskrivað á barnaheimið, hava vit fyrst ein forfund við leiðara, deildarleiðara og sosialum myndugleikum. Her verður greitt frá orsøkini, hví familjan átti at komið á heimið, og ikki minst, hvat avvarðandi myndugleikar vænta av uppihladinum, sigur Finnur Helmsdal.
? Síðani verður ein samstarvsavtala gjørd, sum foreldrini skulu undirskrivað. Hetta verður gjørt á innskrivingarfundinum. Á innskrivingarfundinum, verða foreldru kunnað um endamálið við uppihaldinum, og tey skulu eisini verða klár yvir tíðarætlanina. Tað verið seg, at tey skulu vita, hvussu leingi uppihaldið verður.
Innan tríggir mánaðar eru farnir, verður eftirmeting gjørd við møguligum broytingum.
Stórur dentur verður lagdur á, at alt verður gjørt soleiðis, at foreldrini vita, hvat gongur fyri seg. Onki skal dyljast fyri teimum. Hvørt orð, sum verður niðurskrivað, fáa foreldrini at vita um.
? Áðrenn familjan verður útskrivað av heiminum, verður frágreiðing skrivað um, hvat ætlanin er skal henda í framtíðini. Um barnið skal verða verandi á heiminum, ella líknandi. Hetta er tað mest avgerandi í allari prosessini, tí tað er út frá hesi frágreiðingini, at sosialu myndugleikarnir avgera, hvat skal henda víðari.
? Men onki verður gjørt uttan familjan veit av tí, slær Finnur Helmsdal fast.

Tagnarskylda
Trivnaðarmálaráðið hevur sagt, at barnaforsorgarøkið skal virka meira professionelt. Finnur Helmsdal metir, at hugburðurin hesum viðvíkjandi er ógvuliga týdningarmikil. Eisini málið, ið sett verður, og tað at lýsa og dokumentera tey enstøku málini.
? Tað er alneyðugt at geva viðskiftafólki okkara eina virðiliga og rættvísa viðgerð. Arbeiðsuppgávurnar skulu takast í fullum álvara, og tagnarskyldan SKAL yvirhaldast.
? Eitt arbeiðsfólk á barnaheiminum skal lata vera við at hava nakra meining alment um, eitthvørt, ið hevur við heimið at gera. Hetta kann tykjast strangt, men soleiðis sleppur ein undan óneyðugum trupulleikum.
Sjálvt uppihaldið kann verða millum tríggjar og seks mánaðar. Ella so leingi tørvur er á tí. Tað vil siga, at tað kann eisini bara vera tvær vikur, men eisini meira enn seks mánaðar
Familjurnar hava bæði egið og felagsrúm, og børnini ganga í skúla sum vanligt. Um børnini eru so smá, at tey ganga á einum stovni, verður í hvørjum einstøkum føri mett, um tey kunnu halda fram ella ikki. Somuleiðis verður gjørt við arbeiðinum hjá foreldrunum. Eisini har verður mett um, hvørt foreldrini sleppa at arbeiða ella ikki. Bæði foreldrini sleppa ikki at arbeiða, og onkuntíð kann tað verða soleiðis, at pápin arbeiðir til dømis tríggjar ella fýra dagar um vikuna. Alt eftir, hvør leiklutur hansara er í uppihladinum.
? Vit ganga høgt uppí, at familjan skal hava ein bústað at venda aftur til tá upphaldið er yvirstaðið. Vit skulu ikki virka sum ein loysn upp á íbúðartrupulleikan, sigur Finnur Helmsdal.
Í komandi viku verður so av álvara farið undir virksemið á heiminum, tá fyrstu familjurnar koma inn. Tá fáa vit at síggja, hvussu heimið kemur at virka í framtíðini.