Fyrstu føroysku samarittarnir

Reyði Krossur Føroya hevur útbúgvið eitt lið av føroyskum samarittum. Hesi eru teir fyrstu samarittarnir í Føroyum síðan Seinna Heimsbardaga

Átta fólk fingu á páskum prógv sum samarittar frá Reyða Krossi Føroya. Hesi eru teir fyrstu samarittarnir, sum eru í Føroyum síðan Seinna Heimsbardaga. Tað vóru danskir instruktørar, sum vóru í Føroyum á hildu skeið fyri hesum fólkunum.

Ein samarittur er ein, sum gevur viðgerð, har eitthvørt hendir. Ein, sum fer eitt sindur víðari enn tann, sum gevur fyrstuhjálp. Í stuttum kann sigast, at fyrstahjálp er fyribyrgjandi, meðan samaritturin eisini kann geva viðgerð.

Tó er tað rættiliga avmarkað, hvat gerast kann av einum samaritti, tí hann er hóast alt hvørki lækni ella sjúkrasystir. Til dømis kann hann ikki ordinera heilivág ella seyma ein skurð saman aftur. Men hann er førur fyri at steðga eini bløðing, viðgera brunasár og tílíkt. Samaritturin kann avgera, nær ein skaði er so mikið álvarsligur, at hann skal viðgerast á sjúkrahúsi, ella um til ber at bíða, til læknin fær tíð at koma á staðið.

Fyri at gerast samarittur krevst, at ein fyrst hevur øll fyrstuhjálparskeiðini, sum fáast, og síðan tekur eitt 30 tíma samarittarskeið, sum endar við roynd og evaluering.

Hetta fyrsta, føroyska samarittarliðið, sum fekk prógv um páskirnar, telur átta fólk. Fýra menn og fýra kvinnur. Tey eru í aldrinum 20 til 50 ár, og búgva øll uttan ein í Havn. Tað halda tey vera eitt sindur keðiligt, siga tey. Tey vildu fegin, at liðið var eitt sindur meira spjatt um landið, tí tað hendir nógv uttan fyri Havnina, har nógv fólk savnast.

Tað ber væl til hjá øðrum at koma við til hesi tiltøkini. Tað er bara at siga frá hjá Reyða Krossi Føroya, ella aktivitetsleiðaranum, Leif Dam, so slepst út saman við samarittunum. Leif er at hitta á telefon 31 01 49, og Reyði Krossur Føroya hevur tlf. nr. 31 96 30. Og tey vilja fegin, at so nógv sum gjørligt eru við. Tí tann, sum fyrst er byrjaður av áhuga, kann saktans halda fram og fáa alla útbúgvingina.

Tað er har, nógv fólk savnast, at samarittarnir hava sítt virki. Serliga eru tað fótbóltsdystir, stórar møtirøðir, dansur og slík tiltøk, har nógv fólk savnast á lítlum øki. Vanliga verður sagt, greiða tey frá, at roknast skal við einum samaritti fyri hvørji 1.000 fólk, savnað eru.

Liðið er skipað við einum aktivitetsleiðara, sum syrgir fyri, at alt tað praktiska á staðnum, har tey skulu vera, er í lagi. So sum útgerð, høli at vera í og so framvegis. Síðan er ein vaktarleiðari, sum altíð er staddur á høvuðsstøðini á staðnum, har tiltakið er. Og at enda eru tað vanligu samarittarnir, sum ganga runt millum fólk og annars eru til taks, um brúk skuldi verðið fyri teimum. Tey fara ongantíð út einsamøll. Altíð tvey og tvey, siga tey.

Samarittarnir eru lættir at fáa eyga á, har teir eru. Tey hava fingið nýggjar búnar, sum síggjast væl. Reyð yvirklæði við Reyða Kross merkinum á, so einki er at ivast í. Umframt eru tey eisini í hvítari sonevndari t-shirt, sum eisini ber eyðkenda Reyða Kross merkið.

Í Føroyum hava tey longu verið til ymisk tiltøk. So sum fótbóltsdystir, møti og dansitiltøk. Nú um hvítusunnuna skulu tey til Danmarkar at vera við, tá Oyrasundsbrúgvin verður latin upp. Tað vil siga til ta stóru kapprenningina. Tað er Dansk Røde Kors, sum hevur boðið teimum at vera við. Fyrsta stóra tiltakið, sum verður, eftir at tey eru afturkomin, verður føroyska steypafinalan í fótbólti, sum verður á Tórsvølli.

Í heyst fara tey aftur til Danmarkar. Tá verður tað til eina sonevnda landsvenjing, har kappast verður við lið úr Danmark um danska meistarheitið. Vinnarin fer víðari til europameistarakapping í Fraklandi.

Tað kostar at hava eitt slíkt lið koyrandi. Bæði klæði og onnur útgerð skulu haldast. Og til tess hava tey fingið stuðlar, ella sponsorar, sum tað vanliga verður nevnt. Og teimum eru tey í Reyða Krossi Føroya sera takksom fyri stuðulin.ið í januar millum 40 tey mest spældu countryløgini í Europa.

Ragnar hevur verið við á sonevndum Hotdiscum, sum eru fløgur við endamálinum at gera vart við løg og tónleikarar. Enn einaferð sleppur Ragnar upp í part, tá Stuart Cammeron gevur út næsta Hotdiscin í juli.

Kitty Prins, sangari og sangskrivari úr Belgia, hevur skrivað eitt lag á fløguni hjá Ragnari í Vík. Hon hevur nú skrivað Ragnari 3 nýggj løg og ætlar hann at gera eina stakfløgu við hesum løgum, um møguleiki verður fyri hesum.


Pólland hóast alt

Ragnar í Vík er nú farin at leita eftir stuðlum til ferðina til tónleikafagnaðin í Póllandi, umframt at hann á øðrum økjum roynir at laga tað so, at ferðin kann gerast veruleiki.

Ragnar í Vík og tónleikarar fara, um gjørligt, til Póllands um ólavsøkutíð og slík ferð kostar ferðalagnum eini 70.000 krónur.



(Lesið eisini viðmerkingina frá Norðoya Sparikassa : Ikki leisturin í framtíðini)