Økið kring Skúlan við Streymin broytist sera nógv fyri tíðina, nú arbeiðið at grava út fyri nýggjum skúla og ítróttarhøll er komið væl áleiðis.
Í Sunda kommunu vænta tey, at fyrstu elementini til skúlan verða sett upp í apríl. Byggiarbeiðið er boðið út, og tilboðini skulu latast inn í hesi vikuni.
- Byggingin er mett at taka umleið hálvt triðja ár, og tá fáa borgarar í Sunda kommunu ein nútímans skúla við øllum hentleikum - umframt stásiliga ítróttarhøll, sum verður tann fyrsta í kommununi.
Sunda kommuna fer leypandi at leggja myndir út av byggingini, og á heimasíðuni - www.sunda.fo - liggja myndir av útgrevstri.