Fyrstu dómarnir í bankamálinum feldir.
Fríggjadagin feldi Eystari Landsrættur fyrsta dómin í fleiri málum ímóti fyrrverandi bankafólki, sum Finansiel Stabilitet krevur eftir endurgjaldi fyri bankahúsagangir. Tá vóru stjóri, nevndarformaður og nevndarlimur í Capinordic Bank dømdir at gjalda 90,5 milliónir krónur í endurgjaldi.
Talan er um sjey mál, har Finansiel Stabilitet krevur fólk eftir endurgjaldi. Og talan er ikki um hissini endurgjaldskrøv. Tilsamans yvir fýra milliardir krónur.
Næsta málið, sum kemur fyri í rættinum í komandi ári er ímóti leiðsluni í Amagerbankanum. Finansiel Stabilitet vil hava tey at rinda 801 millión krónur í endurgjaldi.
Síðani verður tað leiðslan í Roskilde Bank, sum skal í rættin. Hon verður kravd eftir einari góðari milliard í endurgjaldi.
Fjórða málið er ímóti leiðsluni í EBH Bank. Tey vil Finansiel Stabilitet hava at rinda 700 milliónir krónur í endurgjaldi.
Síðani eru tvey mál um Eik Banka. Annað um Eik Bank Danmark, har Finansiel Stabilitet vil hava átta fólk í leiðsluni at rinda 250 milliónir krónur í endurgjaldi. Og harafturat er málið ímóti leiðsluni í Eik Banka í Føroyum, har Finansiel Stabilitet vil hava stjórn og og nevnd at rinda 150 milliónir krónur í endurgjaldi.
Málið ímóti teimum fimm fólkunum í Eik Banka í Føroyum byrjar í 2018 og væntast at enda í 2019. Fyribils eru settir av 130 rættarfundir.
Síðsta málið í røðini er ímóti leiðsluni í Løkken Sparekasse, har sjey fólk verða kravd eftir 275 milliónum krónum.