Fyrstu borararnir fingið prógv

Í gjáramorgunin klokkan 10:30 handaði Signar á Brúnni, landstýrismaður í útbúgvingarmálum, prógvini til teir seks, ið hava staðið royndina á fyrsta føroyska boriskeiðinum.

Talan er um fyrstu útbúgvingina á samabndi við oljuvinnu í Føroyum, og eru tað tekniski skúlin í Havn, tekniski skúlin í Klaksvík, maskinmeistaraskúlin, Føroya Sjómansskúli og Undirvísingar- og Mentamálastýrið, ið hava staðið fyri hesari útbúgvingini. Eisini er útbúgvingin stuðla av norska oljuvinnuskúlanum Stavanger Maritime Videregående Skole.

Næmingarnir, ið stóðu royndina á hesari fyrstu føroysku oljuvinnuútbúgvingini vóru 6 í tali, hóast bert 4 av teimum vóru møttir í høllini á Skúlaheiminum við Marknagilsvegin í Havn at taka ímóti prógvunum frá lanstýrismanninum í útbúgvingarmálum, Signari á Brúnni.


Søguligur dagur

Samkoman byrjaði við, at skúlastjórin á Tekniska Skúla í Havn, Egon Øregaard bjóðaði vælkomin. Eftir hetta tók Klaus Reistrup orðið. Hann segði millum annað, at hetta er fyrsta stigið at gera nakað á útbúgvingarøkinum í Føroyum í sambandi við oljuvinnuna. Hann var glaður fyri tað góða samstarvið millum skúlarnar í Føroyum á hesum øki, og hann segði, at ætlanin er at halda áfram við hesari útbúgvingini.

Áðrenn sjálva prógvhandanina helt Signar á Brúnni stutta røðu. Hann segði, at hann kendi dagin sum ein søguligan dag, tí hetta var fyrstu ferð, at prógv vóru handað í sambandi við eina føroyska oljuvinnuútbúgving. Signar á Brúnni legði afturat, at hann gjøgnum tíðina hevði handað nógv prógv, men at hann kendi hesi sum nakað serligt.

Landstýrismaðurin í útbúgvingarmálum kallaði nýggju útbúgvingina fyri eitt stig inn í ein nýggjan útbúgvingarheim, har hann helst meinti, at hetta var fyrsta føroyska stigið inn í ein útbúgvingarheim innan oljuvinnuna.

Signar á Brúnni nýtti eisini høvið at takka lærarunum, ið hava havt við oljuvinnuútbúgvingina at gera. Hann segði, at tað hevði kravt nógv av lærarunum at bróta upp úr nýggjum innan hesa útbúgving, og helt hann, at teir høvdu gjørt eitt megnararbeiði.

At enda segði Signar á Brúnni, áðrenn hann fór undir teirri spennadi prógvhandanina, sum hann sjálvur kallaði hana, at hann vónaði at samstarvið millum skúlarnar fór at halda áfram, so grundarlag verður fyri útbúgvingini í framtíðini. Eisini ynskti hann at takka Stavanger Maritime Videregande Skole fyri hollan stuðul og samstarv, somuleiðis ynskt hann at takka Statoil fyri tað sama, og segði hann seg vóna, at samstarvið millum normenn og føroyingar fór at halda áfram á hesum øki.


Noregsferð partur av skeiðinum

Av góðum grundum hevur ikki borið til hjá næmingunum at gera teir heilt stóru praktisku royndirnar innan boritøkni í Føroyum. Tískil var ein Noregsferð partur av boriskeiðinum. Hendan námsferðin vardi frá 21. november til 28. november í 1998. Á hesari ferðina varð millum annað vitjað á ymsikum stovnum, ið hava við oljuvinnu at gera.

Millum annað vóru næmingarnir á vitjan hjá North Sea Drilltrainer, har teir royndu seg við veruligari boriútgerð. Teir royndu seg at nýta tengur, slips, trygdarklemmur, settu "kelly" í rottuholið og ymsikum øðrum, ið hevur við boritøkni at gera.

Eisini vóru næmingarnir á norksa oljuvinnuskúlanum Stavanger Maritime Videregående Skole, har teir royndu seg í borisimulatori og í slamm-royndarstovu, har ymsikt ástøðiligt innan oljuvinnuna varð lært.

Næmingarnir kunnaðu seg harumframt um ymisk sløg av borikrónum og vóru til fyrilestrar hjá fólkum innan oljuvinnuna.


Lættari at fáa arbeiði

Nú hesir seks hava fingið prógv sum borarar innan oljuvinnuna vænta teir, at teir verða tiknir fram um aðrar, ið ikki hava hesa útbúgving, um ein oljuvinnu kemur til Føroya. Teir eru glaðir fyri nýggju útbúgvingina og útihýsa teir ikki møguleikanum at fara uttanlands at arbeiða innan oljuvinnuna eina tíð.