Higartil hava tey á Rannsóknarstovuni starvast á fýra ymisksum støðum. Ein partur av arbeiðnum varð gjørdur í neystinum hjá Havnar Róðrarfelag, summi starvaðust á 3. hædd í gamla bygninginum, summi á 4. hædd og okkurt arbeiði var eisini gjørt í kjallaranum á D4, sum er psykiatriska deild.
Amy Hansen, leiðandi bioanalytikari sigur, at nú eru øll starvsfólkini savnað á einum stað, nevniliga í kjallaranum í nýggja bygninginum.
? Hetta skuldi helst gjørt okkara arbeiði nakað væl effektivari, nú vit sleppa frá at renna ímillum deildirnar, sigur hon, ímeðan hon vísir runt.
Góð høli
Hølini eru stór og ljós, og allastaðni eru fólk í sving. Nakrar eru, sum arbeiða við blóði, men tær allar flestu rudda og seta ting uppá pláss.
Undan einum vaski síggjast føturnir á einum handverkara, sum liggur flatur á rygginum og stríðist við at fáa tað síðsta liðugt.
Vit fara inn í kaffirúmið, har borðið er búgvið av alskyns góðum.
? Vit eru blivnar forkelaðar í dag, eftirsum at hetta er fyrsti dagurin, greiða tær frá.
Tær lata allar sera væl at nýggju hølunum.
? Sjálvt um her er so stórt, so er ikki so nógvur larmur allíkavæl, sigur ein teirra. ? Vit hava fult av maskinum, men larmurin av teimum forsvinnur bara. Eg veit ikki hvar hann fer, sigur hon við látri í røddini.
Tær sita og práta um leyst og fast, tó mest um flyting, tá ein ringiklokka brádliga hoyrist.
? Oys, eru donorarnir longu komnir, sigur ein, og reisist,
? Nei, flenna hinar, hatta var bara Joan, sum fór út at vita um klokkan virkaði.
Tær sita og práta eina løtu afturat, og so ringir aftur.
? Nú er klokkan tíggju, so nú man hatta vera ein donorur. Teir eru altíð so ógvuliga presis, siga tær, ímeðan tær tøma kaffikoppin og fara til arbeiðis.
Fyrstu donorarnir
Hóast fyrstu donorarnir longu í morgun komu at lata blóð, eru nýggju hølini tó ikki eru heilt klár enn.
? Okkum manglar enn nakrar nýggjar tappistólar og nøkur nýggj tappiborð. Inntil tað kemur, nýta vit gomlu stólarnar og nøkur gomul rulliborð, greiða tær frá.
Sum skilst, var øll hendan vikan sett av til at flyta, og tí varð roynt at tappa niðurfyri, so tey kundu flyta í friði. Men, sum ein teirra segði, ? Mann veit aldrin hvussu nógv blóð verður nýtt, og hesa vikuna hevur verið tørvur á nógvum blóði.
Tí tóku tær fyrstu donorarnar inn í dag, hóast hølini enn ikki eru heilt klár.
? Tað hevur gingið fínt at tappa, sjálvt um her kanska er nakað rokaligt. Í prinsippinum fungerar alt sum tað skal, okkum manglar bara nakað av innbúgvi, sum skal fáast upp á pláss, greiðir Ivy Hansen frá.
Tá alt tað nýggja innbúgvið er komið, fara fýra stólar at vera í tappingarhølinum.
Ivy sigur, at tey, sum koma til teirra at tappa blóð, eru blóðdonorar og so sjúklingar, sum mugu taka blóðroyndir ofta.
? Á ambulatoriinum er ofta long bíðitíð, so sjúklingar, sum mugu hava akuttar blóðroyndir, koma sum oftast til okkara, greiðir Ivy Hansen frá.
Nýggj inngongd
Á Rannsóknarstovuni arbeiða 18 fólk, tá tey eru flest. Tey gera øll alt arbeiði, hóast fleiri hava specialiserað seg innanfyri okkurt ávíst økið. Men tær eru allar samdar um, at arbeiðið verður munandi lættari nú alt verður á einum stað.
? Nýggju hølini eru heilt víst nógv betri enn tey gomlu vóru. Nú hava vit alt á einum stað og arbeiða øll saman á sama stað. Vit hava nógv betri pláss nú, enn vit høvdu áður, so vit eru øll ógvuliga glað fyri hetta, siga tær.
Tað einasta, tær bera ótta fyri, er, at fólk ikki fara at finna runt í nýggja bygninginum.
? Okkara nýggj inngongd er beint við síðuna av inngongdini til kapellið. Her er væl skeltað, so um fólk vita hvar tey skulu leita, so finna tey okkum nokk, staðfesta tær.
? Ja, skrivað endiliga tað, heldur ein teirra fyri, ? Nú hava vit fingið nýggj og flott høli, tað gongur bæði skjótt og lætt við tappingini, so tað einasta okkum nú manglar, er donorar...
Hinar taka flennandi undir við henni.