Fyrstu bólkarnir eru avgreiddir

Í kvøld eru fyrstu bólkarnir í bólkaspælinum av Champions League avgreiddir

Hesa vikuna verður seinasta umfar av bólkaspælinum í Champions League spælt. Í kvøld vóru fyrstu dystirnir spældir, har stórur spenningur var í nøkrum av bólkunum um hvørji lið fóru at spæla seg víðari. Tó vóru tað eisini aðrir bólkar, har størsti spenningurin var hvørt lið fór at enda sum nummar eitt ella tvey í bólkinum.

 

Størsti spenningurin var í bólki B, sum tyktist at vera heilt opin undan seinasta umfarinum. Har høvdu Napoli og Benfica bestu kortini á hondini, tí tey vóru bæði jøvn í stigum á fyrsta plássinum í bólkinum. Men merkisvert var, at liðini møttust innanhýsis, og tí kundi turkiska Besiktas væl fara at arga annað av teimum liðunum. Men soleiðis varð ikki. Besiktas fekk nevniliga bank í ukreinska høvuðsstaðnum, Kiev, tá Dinamo Kiev vann ikki færri enn 6-0 móti Besiktas. Tá so Napoli vann 2-1 í dystinum millum Benfica og Napoli, tryggjaði Napoli sær víðari luttøku sum eittari, meðan Benfica endaði sum nummar tvey í bólkinum.

 

Í bólki A gjørdist Arsenal stóri vinnarin í kvøld. Arsenal vann bólk A, eftir at teir á útivølli móti FC Basel vunnu 4-1, meðan Paris Saint Germain heldur óvæntað spældi 2-2 javnleik á heimavølli móti bulgarska Ludogorets.

 

Í bólki C vann Barcelona greiðan 4-0 sigur á heimavølli móti Monchengladbach, meðan Manchester City spældi 1-1 javnleik á heimavølli móti Celtic. Har spældu Barcelona og Manchester City seg víðari.

 

Úrslitini í kvøld:

 

Bólkur A:

Basel – Arsenal 1-4

Paris Saint Germain – Ludogorets 2-2

Arsenal (1) og Paris Saint Germain (2) víðari.

 

Bólkur B:

Benfica – Napoli 1-2

Dinamo Kiev – Besiktas 6-0

Napoli (1) og Benfica (2) víðari.

 

Bólkur C:

Barcelona – Monchengladbach 4-0

Manchester City – Celtic 1-1

Barcelona (1) og Manchester City (2) víðari.

 

Bólkur D:

Bayern Munchen – Atletico Madrid 1-0

PSV Eindhoven – FC Rostov 0-0

Atletico Madrid (1) og Bayern Munchen (2) víðari.