Ætlanin var at selja atgongumerkini til landsdystin ímóti Fraklandi umvegis alnetið. Men skipanin fekst ikki at virka til tíðina.
Fótbóltssambandið ætlaði at gera tað lættari hjá fólki at ogna sær atgongumerki, men tá forsølan skuldi byrja riggaði netskipanin ikki.
Ístaðin byrjaði forsølan á torginum í SMS kl. 13 í dag. Høvið verður at keypa atgongumerki fram til kl. 19.
Hjá teimum sum ikki kunnu koma til Havnar í dag verður sami møguleikin í morgin. Tá verður opið frá kl. 9 til 12.
Kostnaðurin fyri atgongumerkini er 300 kr. fyri vaksin og 100 kr. fyri børn undir 16 ár.
SEINASTA:
Fyri løtu síðani høvdu vit samband við tey, sum selja atgongumerkini í SMS. Tey mettu - leysliga - at síðani kl. 13 eru eini 1000 atgongumerki seld.