KIA hava ætlanir um at vera millum heimsins leiðandi framleiðarar av umhvørvisvinarligum bilum. Sum liður í hesum ætlanum koma tveir hybridbilar á koreanska heimamarknaðin í ár.
Annar av hesum verður fyrsti bilur í heiminum við lithium-polymer battaríum, sum eru minni og lættari en lithium-ion battaríini, sum annars verða nýtt í nýggjastu elbilunum.
Bilarnir vórðu alment sýndir fram á Seoul International Motor Show 2009 frá 3. til 12. apríl.
Kia hava eisini ætlanir um at koma við einum hybridbili afturat í 2011, og við einum brintbili í 2012.
Nýggja umhvørvisliga átakið verður marknaðarført sum Kia Eco Dynamics.
TRÝST HER fyri at lesa meira á biltíðindum á Portalinum