Í 1969 var helst kendasti tónleikafestivalurin nakrantíð hildin. Risastóri festivalurin í Woodstock boðaði frá einari nýggjari tíð, og hann er við árunum blivin meira og meira legendariskur.
Fyrstu konsertina á Woodstock hevði amerikanski fólkatónleikarin og gittarspælarin Richie Havens.
Eins og nógvir aðrir tónleikarar, sum framførdu á Woodstock, upplivdi Richie Havens stórt frambrot eftir framførsluna, og hann kom onkursvegna í flokk saman við nøvnum sum Janis Joplin, Jimi Henrix og Carlos Santana.
Fólkasangurin við skegginum hevur í fýra áratíggju verið á ferð sum tónleikari, og hann hevur spælt á nøkrum av teimum kendastu spælistøðunum í heiminum – eitt nú í Royal Albert Hall og Carnegie Hall.
Fyri trimum árum síðani lat Richie Havens seg sjálvan pensjónera sum tónleikara, tí heilsan var farin at bila. Mánadagin doyði Havens av hjartatilburði 72 ára gamal.
- Richie Havens var heilt egin og eingin kann nakrantíð kopiera hann, segði fólkatónleikarin Stephen Stills.