Tað eru einans spæld fýra umfør av donsku Superliguni, men longu nú hevur fyrsti venjarin fingið sekkin. Tað er Niels Frederiksen, sum er vorðin uppsagdur í Esbjerg fB.
Felagið hevur fingið eina trupla byrjan upp á kappingarárið, har tað einans hava vunnið sær eitt stig hesar fýra fyrstu dystirnar. Esbjerg fB tapti 4-0 ímóti SønderjyskE í gjár, og tá avgjørdi leiðslan at koyra venjaran frá.
Niels Frederiksen hevur verið venjari hjá Esbjerg fB síðani 2013. Tað er enn ógreitt, hvør verður nýggjur venjari, men Ove Pedersen, Peter Sørensen og Glen Riddersholm eru nevndir sum møguligir avloysarar.