Fyrsti venjari í Premier League koyrdur

Bretskir fjølmiðlar skriva í morgun, at Frank de Boer hevur mist starvið sum venjari hjá Premier League felagnum Crystal Palace.

 

Crystal Palace hevur tapt fýra teir fyrstu dystirnar av kappingarárinum í ár og tað hevur heldur ikki eydnast teimum at finna veg til netmeskarnar enn. Tað, ið eftir øllum at døma fekk bikarið at flóta yvir, var 1-0 tapið móti Burnley í gjár.

 

Frank de Boer hevur júst undirskrivað eina trý ára avtalu við Crystal Palace. men hann fekk einans 77 dagar tilsamans.  

 

Tað verður væntandi Roy Hodgson, ið skal taka við eftir Frank de Boer.