Í Vágum regnaði, tá ið ferðafólkini fóru umborð, men niðri í Europa hevur rættilig hitabylgja verið síðstu dagarnar. Tó ikki so heitt í Paris, har hitin í dag er um tey 25 stigini.
Umborð var gjørt burturúr, at hetta var fyrsta flogferðin til Paris, og tey ferðandi fingu champagnu og eina máltíð. Millum ferðafólkini vóru familjur, ið skuldu uppliva Disneyland m.a. og onnur, ið vildu síggja býin. Eisini vóru fleiri, ið vóru á veg til onnur ferðamál og valdu at fara um Paris, tí tað styttir um farleiðina.
##med2##
Árni Olsen, sølu-og marknaðarleiðari hjá Atlantsflog greiddi frá um farleiðina. Ætlanin byggir á trý bein. Føroyingar, ið vilja til Paris ella velja hesa farleiðina fyri at fara longur út í heim. Og triðja beinið er ferðandi úr Frankaríki, ið eru um at steikjast í hitanum. Tey hava ein møguleika at leita til Føroyar til eitt meir svalanda summarveður.
Flogið verður tríggjar ferðir um vikuna til Paris fram til 30. september og síðani eru tvær fráferðir um vikuna fram til 20. desember.
##med3##












