Í gjár fór havrannsóknarskipið Magnus Heinason á ársins fyrsta túr eftir kanningarætlanini fyri 2019, sum telur 22 túrar íalt. Hetta skrivar heimasíðan hjá Havstovuni, hav.fo, í dag.
Fyrsti túrurin er sum vant ein hydrografiskur rannsóknartúrur, har hiti, salt og onnur umhvørvistøl verða mátað. Endamálið við hesum er at fylgja við broytingunum í havinum kring Føroyar.
Túrurin er partur av teimum regluligu kanningunum eftir seks standardskurðum, sum ganga út frá Landgrunninum.










