Fyrsti skúladagur hjá 685 børnum

350 dreingir og 335 gentur fara mánadagin í skúla fyri fyrstu ferð.

Mánadagin byrjar skúlarnar aftur. Fyri tey flestu merkir tað, at vanligi dagligdagurin byrjar aftur, men fyri 685 børn, so er talan um ein serligan dag, tí talan er um teirra fyrsta skúladag. Tað skrivar Føroya Lærarafelag á heimasíðuni í dag. 


Av teimum 685 børnunum, ið fara í fyrsta flokk, eru 350 dreingir og 335 gentur. 


Tað er nýggi skúlin í høvuðsstaðnum, Skúlin á Fløtum, ið tekur móti flestu nýggju næmingunum. 74 børn byrja mánadagin í samanlagda skúlanum í Havnini. 


Í hinum endanum eru tað tríggir skúlar har bara ein næmingur byrjar í fyrsta flokki, meðan tað í fimtan skúlum eru færri enn tíggju næmingar.