Fyrsti skúladagur í bygdini K

Veðrið var lítið at reypa av, tá skúlin byrjaði aftur í Kunoy í morgun. Hetta merktist tó ikki á seks ára gamla Ivan Josephsen, sum er einasti næmingurin í 1. flokki. - Tá eg verði stórur fari eg at arbeiða hjá babba, sigur hann.

Kunoy: Líkt er til, at skúlabørnini í Kunoy eru sera spent at skula byrja aftur eftir summarsteðgin.

Klokkan er enn ikki vorðin 10, og tey standa øll longu við tey seks borðini í teirri einastu skúlastovuni.

Tey hava helst havt sítt fasta pláss seinasta skúlaár. Skuldi onkur teirra kortini havt gloymt hvar tey sótu, hevur lærarin syrgt fyri at tey ikki noyðast at ganga millum borðini fyri at finna sítt aftur.

Á borðinum liggja longu allar skúlabøkurnar, sum hvør einstakur næmingur skal brúka. Og ovast á hesum liggur ein seðil við bæði navni og flokki á.

- Ja, verði hjartaliga vælkomin í skúla dag. Gerið so væl og setið tykkum niður, sigur Jaspur Kruse, sum hesa fyrstu tíðina skal verða lærari teirra.


At taka stólin niður

Á fremsta borðinum, beint við pultin hjá læraranum í dag, Jaspuri Kruse, stendur navnið hjá lítla Ivani.

»Øll hini borðini eru longu upptikin, so hetta man vera mítt!«, hugsar hann helst við sjálvum sær. Í øllum hurlivasanum hevur hann helst ikki ansað lepan við navninum á.

Frammanundan hava fólk verið og gjørt reint í skúlanum, og hava tískil sett stólarnar undir borðini. Soleiðis standa teir enn.

Hetta er fyrsti skúladagur hjá Ivani, so hann er nú eitt sindur í villareiði, tí stólur hansara ikki stendur á gólvinum.

- Hvussu tekur man stólin niður?, spyr hann út í flokkin.

Bróðir hansara, Jón sum hevur pláss undir liðini á honum, er skjótur til hjálpar og tekur stólin undan, soleiðis at hesin nýggi næmingurin kann seta seg á fyrsta sinni við eitt borð í eini skúlastovu.

Í dag sleppur hann lætt. Lærarin lesur upp eitt bræv til allar næmingarnar við áheitan um at fara væl um bøkurnar og hvønn dag hava eitt væl útgjørt penalarhús við.

Í morgin byrjar álvarin, og fyri honum liggja nøkur spennandi ár sum næmingur í føroyska fólkaskúlanum í heimbygdini Kunoy.


Kul taska

Hóast bert vælkoma er á skránni í dag, hava allir næmingarnir tikið skúlataskuna við - eisini Ivan.

- Vit vóru í Danmark í summar við ommu og abba. Tá sá eg hesa taskuna og mær dámdi hana so sera væl.

- Eg haldi, at hon er ordiliga kul, sigur Ivan, og vísir errin fram taskuna til hinar næmingarnar.

Hesum eru teir ikki ósamdir í, tí á taskuni standa nevniliga nakrir kendir bókstavir fyri tey filmshugaðu »BIONICLE«.

Í morgun var ikki so nógv í henni, men tá bøkurnar á borðinum verða lagdar í, man hon fara at vera so hampiliga væl stúvað við bókum.

Ivan var eisini heppin í morgin. Hann fekk eina vælkomstgávu frá Jaspuri - ein posa við eini tabell, endurskini og eini vakrari t-skjúrtu.


Spennandi at rokna

Hesin fyrsti skúladagurin vardi bert hálvan tíma. Í morgin kl. 8 stundisliga verður farið aftur í skúla.

Tá skal Ivan eisini møta, og fyrsti tími á tímatalvuni er móðurmálið føroyskt. Síðani eru tveir tímar í rokning, meðan dagurin endar við einum tíma í kristni.

- Í morgin sleppur tú til hús kl. hálvgum tólv, sigur Jaspur við tann spenta næmingin.

Og tað er ikki frítt, at Ivan er spentur at byrja í skúlanum. Hann dugir longu at stava sítt egna navn.

- Eg haldi, at tað at rokna er spennandi, sigur hann.



1 + 1 kann blíva til 256

Við góðum stuðli frá eldra bróðuri sínum, sum gongur í 3. flokki, er Ivan longu farin at seta seg inn í loyndarmálini í rokningini.

Tað er vist okkurt um tað, at hetta fer at falla honum lætt.

- »Hvat er 1 + 1?«, vil bróðurin hava at vita. Teir eru jú komnir í skúla fyri at læra!

Ivan er skjótur at svara: »2«. »Hvat er 2 + 2?«, og svarið kemur beinanvegin: »4«.

Soleiðis ganga teir uppeftir, til teir koma til tøl, sum tann lítli ikki hevur tal á enn, »256«. Tá biður mamma teirra teir um at gevast, tí her fæst neyvan nakar endi á ramsuni.

Ivan gleðir seg eisini at fara at lesa og at skriva føroyskt. Enn er ov tíðliga at siga, hvørja lívsleið hesin nýggi næmingurin í Kunoyar skúla fer at velja sær - um tað verður tann bókliga ella handaliga.

- Tá eg verði liðugur við skúlan, fari eg at arbeiða hjá babba í Norðhús, sigur hann.

Tíðin vil vísa, hvussu vorðið verður. Tað er kortini altíð ein góður lutur at hava sett sær eitt mál her í lívinum.





FAKTA


Næmingar í Kunoyar skúla

Í Kunoyar skúla eru seks næmingar. Teir eru:

Brøðurnir, Ivan Josephsen í 1. flokki og Jón Josephsen í 3. flokki

Systkini Sonja Michaelsen í 4. flokki og Arni Michaelsen í 6. flokki

Atli Andreasen í 4. flokki

Henning Svøðstein í 6. flokki




FAKTA


754 farin í 1. flokk

Í morgun eru Ivan Josephsen í Kunoy og 753 onnur børn kring landið farin í skúla á fyrsta sinni – tað eru 70 fleiri enn í fjør.

Tórshavnar kommunuskúli hevur flest næmingar, 573 í tali, meðan tann næststørsti er Eysturskúlin við 537 næmingum. Hoyvíkar skúli veksur skjótt í hesum árum, og eru 94 næmingar farnir í 1. flokk her í morgun.

59 fólkaskúlar eru kring landið. Í 16 teirra er næmingatalið lægri enn 8 børn.

Í alt eru 7273 fólkaskúlanæmingar í Føroyum hetta skúlaárið, ímóti 7367 farna skúlaár.