Ísland spældi ein framúr dyst ímóti Danmark í í Linz leygarkvøldið og vann eisini uppiborið 27-22 á donsku europameistarunum. Støðan í steðginum var 15-13 til Ísland. Eysturríki vann 36-30 á Serbia, og tað merkir, at Ísland tekur trý stig við sær til millumumfarið. Danmark tekur tvey stig við sær, meðan eysturríksku vertirnir taka eitt stig við sær.
Ísland legði seg á odda 7-2. Beint eftir hetta høvdu danskarar sítt einasta veruliga góða tíðarskeið í dystinum, tá teir vendu 2-7 til 10-7, men so javnaði íslendingar aftur, fóru framum og sleptu ikki takinum aftur. Íslendingar blakaðu tryggar sigrar burtur ímóti bæði Serbia og Eysturríki, men innleiðandi bólkaspælið endaði kortini eydnusamt.
Íslendski málverjin, Bjørgvin Páll Gústavsson, spældi sín lívs dyst og fekk góða hjálp frá íslendsku verjuni. Tað ironiska við tí íslendska sigrinum var, at stóra stjørnan, Ólafur Stefánsson, var merkiliga anonymur og skoraði bara eitt mál í dystinum. Men liðfelagarnir prógvaðu, at Ísland hevur eina framtíð at byggja á.
Talan er um fyrsta sigur íslendinga á Danmark í einum endaspæli í 17 ár. Annars hava liðini spælt nógvar javnleikir og fleiri javnar dystir, har bert eitt mál hevur verið á muni, men leygarkvøldið var ein sjónligur munur.