Fyri fyrstu ferð í meiri enn eitt ár hevði svenska Anja Pärson fríggjadagin orsøk til at fegnast eftir eina skíðkapping. Tá hon vann World Cup-kappingina í St. Moritz, var tað nevniliga hennara fyrsti sigur í World Cup síðani 18. januar í fjør! Anja Pärson kom á mál framman fyri Michaelu Kirchgasser úr Eysturríki og Lindsey Vonn úr USA, sum tó framvegis er á odda í samlaðu World Cup-støðuni.