Fyrsti rottuhundurin komin

Fríggjadagin kom Ayla, ein 18 vikur gomul tík, til Føroya. Hon er fyrsti rottuhundurin nakrantíð í Føroyum, og er av slagnum Dansk-svenskur garðshundur, eitt hundaslag, sum hevur rottuveiði í blóðinum.

Enn finnast oyggjar í Føroyum, har rotta ikki livir, og ein av hesum oyggjum er Nólsoy.
Fyrr í vetur hildu menn seg síggja farveg eftir rottu í oynni, og nógv varð gjørt burtur úr at kanna, um so var. Einki sást kortini til nakra rottu, men nógva umrøðan fekk tó menn at taka óvanlig stig.
Bergur Olsen frá Havstovuni fekk samband við new zealendskan serfrøðing, sum kom til Føroya at kanna eftir, um rotta var komin til Nólsoyar, men hóast myndatól og annað varð sett upp í kloakkum í Nólsoy, sást eingin farvegur til nakra rottu.
Nú er so næsta stigið tikið at verja oynna móti rottu. Bergur Olsen tók upp samband við danskan serfrøðing í rottutýning og tann vegin fekst fatur á einum hundi, sum er rottuhundur burtur av.
Talan er um ein Dansk-svenskan garðshund sum hevur tað í blóðinum at tevja og fanga rottur. Tað liggur í teimum at snodda seg fram til rottur, og tennirnar eru serliga mentar at gera av við rotturnar.
Hundurin, sum frá eigaranum er nevndur Ayla, kom til Føroya við flogfari fríggjadagin, og tað er Mikkjal Holm, sum skal taka sær av hundinum og venja hann.

Ein rotta undir hjálminum
Morten Groser, sum kom til Føroya við hundinum fríggjadagin, greiðir frá, at hundarnir hava so gott tev, at rottu berst ikki boð í bý, er hundurin har.
Ein dagin eg var úti og koyrdi, steðgaði eg á einari bensinstøð. Eg lovaði hundinum út og hann leyp beint upp á motorhjálmin á einum flottum Mercedes-bili. Eg varð sjálvandi illa við, tí hundurin skøvaði hjálmin, og eg lovaði beinanvegin eigaranum at tryggingin hjá mær skuldi gjalda fyri skaðan. Men eg gjørdi samstundis greitt, at har var ein rotta undir hjálminum. Nei, helt eigarin, tað kundi ikki bera til, ti hann var júst komin úr Týsklandi, har hann hevði koyrt 180 km/t. Hann opnaði kortini hjálmin, og út leyp ein rotta, sum hundurin beinanvegin tók og gjørdi av við. Tá var eigarin fegin, og allar skøvur vóru gloymdar, sigur Morten Groser.
Hundaslagið er ikki stórt, men tað liggur sum nevnt í teimum at fanga rottur. Hundurin er ógvuliga ungur enn, bert smáar 19 vikur, og tað skulu helst ganga nakrir dagar, áðrenn hann hevur vant seg við nýggju umstøðurnar. Tó hevur hann longu knýtt seg til nýggja eigaran, Mikkjal Holm.
Mikkjal hevur í nøkur ár havt seyðahund, og hevur tí royndir í at venja hundar, nakað, ið kemur honum til góða við nýggja rottuhundinum.
Men tá eingin rotta eftir øllum at døma er í Nólsoy sum er, verður neyðugt at fara inn til Havnar at venja hundin av og til.

Gamal tanki
Bergur Olsen frá Havstovuni sigur, at tað er ein gamal tanki, at týna rottu.
Tað munnu vera eini 20-30 ár síðani, at vit á fyrsta sinni tosaðu um at verja oyggjarnar móti rottu. Tað eru framvegis einari tólv oyggjar, har rotta ikki finst, og ein teirra er Sandoy, ið er rættiliga stór oyggj, sigur Bergur Olsen.
Hann er fegin um, at fyrsti rottuhundurin nu er komin til Føroya, og hann heldur tað vera langt frá ósannlíkt, at hetta verður einasti rottuhundurin, ið kemur til landið.
Eisini Mikkjal Holm er fegin um, at Ayla er komin til Nólsoyar.
Hetta er størsta trygdin fyri, at vit ikki fáa rottu til Nólsoyar. Kemur hon á land her, finnur Ayla hana og ger av við hana. Hon hevur eitt tev, sum hvørki tú ella eg eiga, og hon er stutt sagt trygdin fyri, at rotta ikki fær fótafesti í Nólsoy, sigur Mikkjal Holm.
Hann heldur eins og onnur, at tað verður neyðugt at fara inn til Havnar at venja hundin, og Bergur Olsen frá Havstovuni nevnir møguleikan fyri, at gera brúk av sonevndum laboratoriurottum at venja Aylu við.
Fyribils er Ayla tó so ung, at tennirnar ikki eru fult mentar, men instinktið liggur í slagnum.

Spentir
Tað er sum nevnt Bergur Olsen, ið hevur tikið stig til at fáa Aylu til landið, og tað er Innlendismálaráðið, ið hevur goldið fyri hundin.
Gomlu eigararnir eru sera spentir upp á, hvussu hundurin fer at roynast, og longu fríggjadagin, tá Ayla kom itl Føroya, gjørdist annar av venjarunum, ið var eftir í Danmark, vinur við nýggju eigararnar av Aylu.
Men eisini føroyingar eru spentir at vita, hvussu hundurin fer at trívast og kenna seg í Nólsoy. Umhvørvið er gott og øll líkindi eru til, at Ayla fer at trívast í nýggja heimi sínum.
Og hóast tað við vissu ikki er staðfest, at rotta nakrantíð hevur verið í oynni, so eru líkindini nú til, at hon fær fótafesti har ikki serliga stór.
Og kanska verður Ayla bert hin fyrsti rottuhundurin, sum føroyingar fáa. Tað kundi helst lønt seg hjá øðrum oyggjum eisini at fingið sína Aylu eisini.