Fyrsti rættardagurin liðugur

Tann fyrsti dagurin í rættarmálinum ímóti Anders Behring Breivik er liðugur í Tinghuset í Oslo. Klokkan átta í morginári verður rætturin settur aftur, og tá fær Breivik orðið til at lýsa sína síðu av málinum. Verjin hevur biðið um, at tann ákærdi fær eina hálvan tíma til at lesa eitt skjal, sum hann hevur orðað.

Tá rætturin byrjaði í morgun, viðgekk Anders Behring Breivik at hava verið 77 fólkum at bana tann 22. juli í fjør, men hann helt fast um, at hann heldur seg ikki hava gjørt nakað revsivert. Tvørturímóti er hann av teirri áskoðan, at hann gjørdi tað, sum var neyðugt fyri at verja tað norska samfelagið ímóti undirgangi. Í øðrum lagi viðurkennir hann ikki rættin.

Ákæruvaldið brúkti dagin í dag til at lýsa tað, sum hendi tann 22. juli í fjør. Frágreiðingin var sera umfatandi, og tað sást, at løgreglan hevur gjørt eitt sera stórt og nágreiniligt kanningararbeiði. Tvær serligar hendingar vóru í rættinum í dag. Onnur var, tá Breivik fór at gráta, meðan ein propagandafilmur, sum hann sjálvur hevur gjørt, bleiv vístur, og hitt var, tá rætturin slapp at hoyra telefonsamrøðuna hjá einari gentu, sum ringdi av Utøya til løgregluna, meðan Breivik skjeyt frá hond. Aftaná søgdu tíðindafólk og onnur, at hetta seinna var ein sera sterk løta, men tað var ikki líkt til, at hon ávirkaði tann ákærda.