Fyrsti Ph.D. lesandi í sjúkrarøkt í Odense

Tá Føroya Felag móti krabbameini herfyri fylti 25 ár, var Kristianna Hammer, sjúkrarøktarfrøðingur, boðin at halda ein fyrilestur í Norðurlandahúsinum um vón og vónloysi hjá krabbameinssjúklingum

Kristianna er føroysk, hon er fødd og uppvaksin í Havn, og búi í her til 1981, tá hon saman við familjuni flutti til Danmarkar og búsettust í Odense. Sama ár sum hon varð útbúgvin sum sjúkrarøktarfrøðingur á Føroya Sjúkrasystraskúla, sum skúlin æt tá.

Hon hevur í mong ár arbeitt á Odense Universitets Hospital, serliga innan stráluviðgerð av krabbameinssjúklingum.

Í 2000 fekk Kristianna Diplom-útbúgving innan sjúkrarøkt, og í 2003 bleiv hon cand. cur. í sjúkrarøktarfrøði.

Í løtuni tekur hon, sum tann fyrsti í Odense, Ph.D. útbúgving innan sjúkrarøkt við Odense Universitets Hospital, har hon granskar í vónini og vónloysinum hjá krabbameinssjúklingum.

Kristianna er gift við Eilif Hammer, sonur Alfridu og Andreas Hammer í Runavík, ið bæði eru 93 ára gomul og kundu herfyri halda jarnbrúdleyp, tá tey høvdu verið gift í 70 ár.

Kristianna og Eilif eiga trý børn: Rúni, ið 29 ára gamal, giftur, og lesur teologi í Århus, Fróði er 24 ára gamal og lesur til sivilverkfrøðing, og Turið, sum er 22 ára gomul og býr í Havn, hon flutti til Føroyar at búgva eina tíð, áðrenn hon sum ætlað søkir inn at lesa medicin í vár.

Eilif arbeiðir sum systemprogrammør hjá KMD í Odense.

Fyri trimum árum síðan flutti familjan til Fåborg at búgva.

Foreldrini hjá Kristiannu, Margit, f. Christiansen, og Erling Poulsen, áttu og róku bakaríið Acta í Torfinsgøtu í mong ár. Tey seldu bakaríið og fluttu til Danmarkar í 1981.

Mamman, Margit doyði í 1987, 57 ára gomul. Hon var dóttir Kristinu, vanliga nevnd Tina, ættað úr Froðba, og Sverra Christiansen, vanliga nevndur Sverri í Mattalág, skipsbyggjara í Havn.

Pápin, Erling, er sonur Annu, f. Simonsen, ættað av Velbastað, og Palla Poulsen, úr Gøtu, vanliga nevndur Palle Bager. Tey høvdu bakarí í J.C. Svabosgøtu, sum Conrad Skaale seinni keypti og rak í mong ár.

Erling er í dag 76 ára gamal og býr í Odense.

Umframt at granska og skriva verður Kristianna javnan boðin at halda fyrilestrar um vón og vónloysi hjá krabbameinssjúklingum og um virðingina fyri menniskjanum innan lækna- og sjúkrarøktarútbúgvingarnar.