Fyrsti ósigurin hjá B1908

Ein føroyskur leikari var á vøllinum í gjár, tá B1908 fyri fyrstu ferð í vár, tapti ein dyst

B1908, sum hevur teir báðar føroysku leikararnar, Oddur Højgaard og Øssur Dalbúð í hópinum, spældi í gjár á útivølli móti BK Frem.

Talan var um truplan útidyst, tí at mótstøðuliðið, BK Frem, er við í stríðnum um uppflyting í 2 deild eystur, meðan B1908 liggur mitt í deildini.

 

B1908 argaði tó BK Frem eina løtu í gjár, tí um miðjan fyrra hálvleik, var B1908 á odda 2-1.

 

Dysturin endaði tó við at oddaliðið, BK Frem, vendi dystinum og vann dystin 4-2.

 

Á liðnum hjá B1908 í gjár spældi Oddur Højgaard allan dystin í miðverjuni, meðan Øssur Dalbúð sat uttanfyri við skaða til dystin.

 

Tapið í gjár, var tað fyrsta tapið hjá B1908 síðani 1 november.