Nú 15. oktober er í dag, er loyvt frá á midnátt í kvøld at koyra við píkadekkum. Í stuttum sigur løgreglan, at koyrir bilførari við píkum, skulu øll dekkini undir bilinum hava píkar.
Seinasti dagur, har loyvt er at koyra við píkum í hesi vetrarhálvuni, er hin 30. apríl næsta ár.
Ráðið fyri Ferðslutrygd plagar at minna bilførarar á at gera bilin vetrarkláran um hesa tíðina.
- Tað er umráðandi fyri ferðslutrygdina at vera rætt skøddur - antin við vanligum vetrardekkum ella við píkadekkum.
Ráðið fyri Ferðslutrygd mælir frá, at koyrt verður við summardekkum alt árið.
- Um dekkini ikki verða skift hesa tíðina, eigur bilurin sjálvandi at verða standandi í kava og hálku, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd.










