Fyrsti løgtingsfundur 18. januar

Fyrsti tingfundurin ár 2000 verður 18. januar

Formansskapur løgtingsins hevur gjørt av, at fyrsti løgtingsfundurin í ár skal haldast týsdagin 18. februar. Enn eingin klokkutíð sett fyri fundin somuleiðis, sum heldur eingin dagsskrá er lýst. Hetta verður sambært heimasíðu løgtingsins tó gjørt í næstum.

Seinasti løgtingsfundurin í 1999 varð hildin týsdagin 22. desember klokkan fimm seinnapartin. Tá vóru tvey mál á dagsskránni, og var talan um tvær triðju viðgerðir.

Hesin løgtingsfundurin var ikki serliga drúgvur. Hann var lokin tíggju minuttir eftir, at hann var settur. Fundurin var nevniliga bert ein avgreiðslufundur, har atkvøtt varð við triðju viðgerð.

Málini, atkvøtt varð um, vóru tingmál nummar 14/1999, ið var uppskot til løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum og tingmál nummar 25/1999, ið var uppskot til løgtingslóg um uppihald á stovni og líknandi. Bæði málini vórðu samtykt við 30 atkvøðum fyri ongari ímóti og ongari blankari.