Fyrsti hundrað ára dagur á Ellisheiminum

Hóast Ellisheimið í Havn er mannað við fólki í høgum aldri, var Johanna Mathea Skaale tað fyrst teirra sum kundi halda 100 ára føðingardag sín her.

- Tú sær tað sama út!
Ein eldri maður er komin í føðingardag hjá teirri 100 ára gomlu. Tað er týðiligt at tey hava mong minni til felags.
Tey heilsast eina løtu og práta saman. Johanna Mathea letur ikki aldurin við seg koma, og heldur heldur ikki at gesturin er eldur nakað serligt síðani seinast.
- Tað kann vera, svarar hin stillisliga aftur.
Tey verða avbrotin í prátinum, tí nú er borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen kom fram at mikrofonini. Hann vil fegin heilsa hesi 100 ára gomlu kvinnuni.
Hon var jú gift við Sigfried Skaale, sum var ein av undangongumonnum Heðins í starvinum sum borgarstjóri.
- Hóast Havnin tá ikki var so stór sum hon er nú, kravdist tað nógv av einum borgarstjóra, Tá var gott hjá honum at hava eina raska og tolna konu heima við hús, segði Heðin m.a. heiðursrøðu síni.
Nógv fólk var komið saman til heiðurs fyri Johonnu Matheu Skaale sum í gjár kundi halda 100 ára dag sín.
Á Ellisheiminum høvdu tey stákast við fyrireika alt so væl, og teir mongu gestirnir hugnaðu sær almikið saman við føðingardagsbarninum.
Undir samkomuni vóru fleiri røður hildnar, har tikin vórðu fram brot úr lívsins dagbók hjá hesi megnarkvinnu sum varð borin í heim á Trøllanesi í 1906.