Her er fyrsti HM-hópurin hjá Wales í 64 ár

Fyri bert aðru ferð í søguni fer Wales at taka lut í einum HM-endaspæli

Tað var søguligur hátíðardámur í kvøld, tá walisiski landsliðsvenjarin, Robert Page kunngjørdi HM-hópin hjá Wales.

 

Seinast Wales tók lut í einum HM-endaspælið var í HM-endaspælinum í Svøríki í 1958.

 

Wales er komið í ein spennandi innleiðandi bólk í HM-endaspælinum í Katar. Mótstøðuliðini eru USA og Iran, og so gamli arvafíggindin, Ongland.

 

Wales spælir móti USA 21. november. 25. november er Iran mótstøðuliðið, og 29. november er bretska uppgerðin móti Onglandi.

 

HER er HM-hópurin hjá Wales: 

 

Málverjar: Wayne Hennessey (Nottingham Forest), Danny Ward (Leicester City), Adam Davies (Stoke City).


Verjuleikarar: Neco Williams (Nottingham Forest), Ben Davies (Tottenham Hotspur), Ben Cabango (Swansea City), Joe Rodon (Rennes, lántur frá Tottenham Hotspur), Chris Mepham (Bournemouth), Ethan Ampadu (Spezia, lántur frá Chelsea), Chris Gunter (AFC Wimbledon), Connor Roberts (Burnley), Tom Lockyer (Luton Town).


Miðvallarar: Aaron Ramsey (Nice), Joe Allen (Swansea City), Harry Wilson (Fulham), Joe Morrell (Portsmouth), Dylan Levitt (Dundee United), Rubin Colwill (Cardiff City), Jonny Williams (Swindon Town), Matthew Smith (Milton Keynes Dons), Sorba Thomas (Huddersfield Town).


Áleyparar: Gareth Bale (Los Angeles FC), Dan James (Fulham, lántur frá Leeds United), Kieffer Moore (Bournemouth), Mark Harris (Cardiff City), Brennan Johnson (Nottingham Forest).