Enska felagið Blackpool, har Claus Bech Jørgensen er ein av spælarunum, vann leygardagin sín fyrsta dyst á heimavølli í hesum kappingarárinum. Blackpool hevði vitjan av Leyton Orient, og Blackpool vann 3-0. Blackpool hevur spælt 12 dystir og hevur nú 11 stig. Liðið liggur í botninum í triðbestu deildini, men fekk betur samband við liðini omanfyri eftir sigurin leygardagin. Blackpool er nummar 21 av 25 liðum í League One.
Tíðindi