Tað gekk, sum tey í Vágum høvdu vónað og ivaleyst eisini roknað við, eftir at tað í tveimum teimum undanfarnu ferðunum hevur gingið so væl.
Miðvingar umborð á Riddaranum vundu burtur úr kappingarneytunum. Tá ið Riddarin fór um málið, var fjarstøðan aftur til Sundabátin ein bátslongd.
Fagnaður í Miðvági var stórur, tí hetta var fyrsta ferðin síðani 1965, at miðvingar hava vunnið kappróður á Miðvági. Fyri 43 árum síðani var tað 8-mannafarið Miðvingur, sum vann á vestanstevnu.
Sundabáturin, sum framvegis er FM favorittur, endaði á øðrum plássi. Startspurturin hjá Sundabátinum var góður, og í endaspurtinum hilnaðist tað eisini væl hjá sundamonnum. Trupulleikin var tann, at tað í miðróðrinum – um tað ber til at tosa um tað, tá ið 6-mannaførini við monnum rógva 1000 metrar – hilnaðist minni væl hjá Sundabátinum, sum eina løtu tóktist vera hóttur bæði av Tvørabátinum og Kollfirðingi, sum róði stak væl.