Fótbóltur
Undan sunnudegnum høvdu fimm heimadystir bert givið tvey stig til B68. Ein úrtøka, sum hvørki spælarar ella venjari vóru nøgdir um. Og var tað ikki fyri góðu úrslitini á útivølli hevði liðið ligið rættiliga tungt í sjónum.
Hetta broyttist tó sunnudagin. Hóast B68 mátti vera leikbannað Vlada Filipovic fyriuttan, so tóktist hetta á ongan hátt at nerva. Avloysarin, Petur Meinhard Magnussen, hevði tó ikki tað heilt stóra at gera fyri steðgin. Andreas Lava Olsen var tó um at sleppa leysur tíðliga í dystinum, men annars sat heimaliðið á tí mesta.
Møguleikar spurdust eisini burturúr, og ta einu ferðina noyddist ein víkingur at sparka burtur á sjálvari málstrikuni. Men eftir góðum hálvum tíma kom tó hol á. Brotsspark varð framt móti Kristian Anthon Andreasen, og sum vant var Jann Ingi Petersen tryggur úr ellivu metrum.
Vardu stigini
Eftir steðgin tók B68 seg longur aftur á vøllin. Setningurin var fyrst og fremst at verja borg, og tað gav Víkingi møguleika at leggja stórt trýst á. Veruligar opnar møguleikar gjørdist talan tó ikki um, men í nógvum førum var talan um næstan og nærvið støður, áðrenn B68-verjan í evstu løtu fekk sparkað ella stúta bóltin av vandaleið.
Og hinvegin gav trýstið eisini kontra-møgulekar til heimaliðið. Tann størsta átti Jacob Bymar, tá hann varð spældur púrasta leysur, men Geza Turi vardi tó meistarliga fyri, soleiðis at Víkingur kundi halda fast um vónina.
Kunnu fara avstað
Við fyrsta heimasigrinum sum barlast, so er lítil ivi um, at toftamenn nú veruliga gleða seg til komandi vikurnar. Undan summarsteðginum hevur B68 heimadyst móti bæði Skála og B71, sum liggja undir niðurflytingarstrikuni. Og geva teir báðir dystirnir fulla úrtøku, hevur B68 mest sum sagt definitivt farvæl við botnin við niðurflytingarvandan.
Hjá Víkingi er niðurflytingarvandin ikki reiðiliga nakað tema. Men hinvegin gera óstøðugu úrslitini, at liðið hevur sera ilt við at vinna seg nakað uppeftir á talvuni. Næstu ferð skulu teir royna seg á heimavølli móti suverena oddaliðnum, og so er spurningurin, um pílurin hesa ferð verður rætta vegin hjá Víkingi.