Fyrsti fundur hjá fíggjarmálaráðharranum

- Eg eri fegin um henda møguleikan at fara út í Fíggjarmálaráðið at royna teori’irnar av í praksis.

- Hetta er ein spennandi avbjóðing, sigur Magni Laksáfoss.

Fyrrapartin í dag fór Magni Laksáfoss úr Sambandsflokkinum í arbeiðshandskarnar sum nýggjur fíggjarmálaráðharri.

Á skránni var fyrst ein landsstýrisfundur, síðani móttøka í Tinganesi fyri fjølmiðlafólki og seinni fyri starvsfólkum sínum í Fíggjarmálaráðnum.

Fyrsta uppgávan hjá Magna verður at hyggja eftir, hvussu búskapurin veruliga er fyri í løtuni og hvørji útlit eru fyri tað komandi árið.

- Tað er í veruleikanum hetta, sum avger, hvussu karmurin verður fyri eina komandi fíggjarlóg.

- Hetta verður eisini størsta uppgáva mín sum fíggjarmálaráðharri, sigur Magni Laksáfoss.


Fakliga væl fyri

Á samkomuni í Tinganesi nýtti løgmaður høvið at bera fram øll góðynski til nýggja fíggjarmálaráðharran.

- Vit hava havt ein góðan fíggjarmálaráðharra, og tí setur tað krøv til tann, sum skal loysa Bárður av.

- Men í Magna hava vit fingið ein góðan mann, sum fakliga er væl fyri til hetta krevjandi starvið. Við honum verður henda uppgávan røkt til fulnar, sigur Jóannes Eidesgaard um nýggja starvsfelaga sín.

Skotbráðið hjá Magna at seta síni fingramerki á landsins fíggjarpolitikk er stutt, tí val verður til løgtingið í seinasta lagi í januar komandi ár.

- Hóast tíðarskeiðið ikki er langt, so gleði eg meg til uppgávuna, sigur Magni.