Nú eru tað stig og FM, sum standa upp á spæl. Fyrireikingarnar hava verið langar og strangar, og í dag skulu manningarnar standa fyrstu royndina.
Í Ódnartøkunum hava verið góðar ábendingar um, hvussu manningarnar eru fyri, og tað er hugaligt at staðfesta, at áhugin at taka lut er størri, enn hann hevur verið undanfarnu árini.
Líkindini at rógva kapp eru av teimum bestu. Heilt sjáldsama góðveðrið heldur fram, sólin skínur oman og niðan, og lítla lotið er av landnyrðingi eystri. Tað vil siga, at bátarnir fáa lotið inn á bakborð. Tað ber illa til at ímynda sær betri kappróðrarlíkindi.
Nú fyrrapartin verður nógv ferðsla norðureftir. Klaksvíkar Róðrarfelag sigur, at tá ið komið verður í rundkoyringina, har húkurin er, fara fólk at vera á staðnum millum klokkan 11.30 og 13.00, sum vegleiða um, hvønn veg tað er best at fara, nú tað er nógv virksemi og onkrir vegir eru stongdir.
Barnaróðurin verður klokkan 14 og ikki klokkan 13.30, sum tað áður er boðað frá.
Barnaróður dreingir
3 Firvaldur
4 Sílið
5 Ternan
6 Ørnin
7 Royndin Fríða
8 Falkur
9 Silja
10 Drekin
11 Beinta
12 Tekla
13 Títtlingur
14 Havfrúgvin
15 Jallurin
Barnaróður gentur
4 Falkur
5 Ørnin
6 Erla Kongsdóttir
7 Royndin Fríða
8 Spógvin
9 Frúgvin
10 Silja
11 Sílið
12 Havfrúgvin
13 Fípan Fagra
14 Pílur
5-mannafør dreingir
4 Frúgvin
5 Teistin
6 Fípan Fagra
7 Beinta
8 Kollur
9 Jallurin
10 Ritan
11 Sílið
12 Junkarin
13 Tjaldrið
6-mannafør kvinnur
6 Skúgvur
7 Rádni
8 Fortuna
9 Jarnbardur
10 Páll Fangi
11 Sølmundur
5-mannafør gentur
4 Beinta
5 Firvaldur
6 Sílið
7 Havfrúgvin
8 Pílur
9 Drekin
10 Kollur
11 Falkur
12 Hulda
13 Báran
14 Svalan
5-mannafør kvinnur
6 Erla Kongsdóttir
7 Tekla
8 Teistin
9 Drekin
10 Fípan Fagra
11 Frúgvin
6-mannafør menn
7 Gongurólvur
8 Hvessingur
9 Smyril
10 Páll Fangi
11 Fortuna
8-mannafør
7 Gullbrandur
8 Knørrur
9 Miðvingur
10 Argjabáturin
11 Nevið Reyða
10-mannafør
7 Drekin Reyði
8 Ormurin Langi
9 Eysturoyingur
10 Havnarbáturin