Fyrsti Ferrari 4x4

Ferrari hava sent út myndir av Ferrari FF, sum er ein spildurnýggjur bilur við nýggjum V12-motori við 660 hk og plássi til fýra persónar.

Størsta nýggjheitin við bilinum er, at hetta er fyrstu ferð í søguni at Ferrari koma á marknaðin við einum fýrahjólsdrivnum bili. Harav kemur navnið FF, sum stendur fyri Four Seats & Four Wheel Drive.


Ferrari FF er designaður av Pinifarina, og er útgjørdur við tí sum Ferrari nevna heimsins mest framkomna 4x4-skipan, sum automatiskt tilpassar seg hvørt av teimum fýra hjólunum á bilinum.

Ferrari FF kemur á marknaðin í summar.