Birgit er 27 ára gomul og úr Havn. Hon hevur búð fæst í Danmark síðan 1998.
Eftir at hon hevði tikið HF-prógv í Keypmannahvan í 2000, fór hon í læru sum djórapassari. Umframt skúlagongdina var hon í praktikk á Knuthenborg Safaripark og á Ebeltoft Zoo Safari. Hon slapp veruliga at royna seg í lærutíðini, har hon m.a. passaði geopardar, tikarar, nasahorn, giraffar, apur, og giftigar slangur og eiturkoppar. Lærutíðin var tilsamans umleið fýra ár.
Birgit arbeiðir í dag á Nordjyllands Beskyttede Værksteder, ið er ein vardur stovnur fyri menningartarnað, har hon hevur dagliga ábyrgdina av øllum djórunum á stovninum og er við í arbeiðinum at menna djóradeildina, sum hevur nógv ymisk sløg av eksotiskum djórum.
Birgit er dóttir Marin Mikladal í Århus og Hanus Heinesen í Havn.