- Vit leggja stóran dent á at menna og reka fyrsta floks ítróttarverkløg til tey á leið 10-15 ítróttarfeløgini, sum eru virkin í økinum, bæði nú og í framtiðini. Besta dømið higartil er ivaleyst Bylgjan í Runavík, sum av Lokale- og Anlægsfonden, ið stuðlaði verkætlanini, verður brúkt sum ein fyrimynd fyri samanbyggingar og fimleikarhallir í Norðurlondum.
Tað vita tey í Runavíkar kommunu at siga, sum fyrr í ár gjørdist fyrsti føroyski limurin í felagsskapinum sportsfaciliteter.dk, ið er eitt netverk fyri ítróttaranlegg og kommunur í Danmørk. Síðan eru aðrar føroyskar kommunur komnar við, eins og felagsskapurin roynir at fáa limir úr Grønlandi.
- Í seinastu viku gjørdust vit eisini fyrsti føroyski limurin í altjóða felagsskapinum IAKS (International Association for Sports and Leisure Facilities), sum eisini hevur eina norðurlendska grein, IAKS Nordic.
Limirnir í IAKS eru ítróttarverkløg, kommunur, felagsskapir, sambond og veitarar á økinum.
Í Runavíkar kommunu siga tey, at endamálið við báðum felagsskapunum er at deila vitan á ítróttar-og frítíðarøkinum, serliga í mun til menning, bygging og rakstur av ítróttarverkløgum.
- Sum ein lítil kommuna í heimshøpi er tað alneyðugt at leita sær íblástur og góð ráð frá netverkum úti í heimi. Hetta fyri at tryggja, at menning og rakstur av ítróttarverkløgunum er grundað á nýggjastu vitanina á økinum, ásanna tey í Runavíkar kommunu.